May 14, 2014

Lars Løkke 50

Oh my oh my, um Lars er fimmti, so eri eg nakað gomul. Lars hevur fingið meiri av skafti enn tey flestu, nú ið hann fer um tey hálvthundrað.

Hann og Sòlrun hittust fyri 25 árum síðani, tá vóru bæði lesandi og hildu kátt sítt lív í Keypmannahavn, hóast Lars búði heima hjá foreldrunum í Græsted.

Tey spæla í dalstúni 1989
 
Nógv vatn er runnið á sjógv, síðani Lars fyrstu ferð pikkaði upp á í Eiriksgøtu og spurdi, um Sólrun  búði har – tað gjørdi hon. Hon var heima í summarfrí, og árið var 1989.
Fyrstu jól saman, Nørrestræde
Sum politikari hevur Lars fingið mangan lúsing, eisini mangar, sum vit, sum varða av, halda eru í so grovir, men hann hevur eisini fingið rós og er vorðin valdur aftur og aftur. Hann arbeiðir hart og nógv.

Kortini hevur hann fingið tíð at vera familjumaður, Sólrun og hann hava øll árini klárað at havt tíð til børnini, um tað var nóg mikið av tíð, dugi eg ikki at siga, men tey hava ferðast nógv saman við børnunum, bæði í Danmark og uttanlands, spælt borðspøl og grillað búffar og pylsur og nógv annað, og børnini hava samstundis lært at vera sera sjálvstøðug.



Bergur konfirmeraður í Græsted kirkju.

Í nøkur ár hildu tey páskir á Bornholm, um summarið vóru tey næstan altíð í Føroyum, og eina tíð fór Lars kanotúr til Svøríkis við børnunum, hann er skóti innast í hjartanum og hevur lært børnini skótalív.
 
Berugur, Lisa og Símun (jól 2013)

Nú ið børnini eru vaksin, hevur Lars fingið meiri tíð til sín sjálvs (og tíð til meiri arbeiði), og hann hevur gjørt ymsar sniðgøtur í síni karrieru, m.a. súkklar hann nógv - í fleiri ár til París fyri krabbasjúk børn, og nú hevur hann byrjað ein summarskúla fyri skúlatroyttar dreingir.




Lars elskar at gera mat, so heima hjá teimum stendur hann fyri matgerðini.




Karamellepli 2013

Um hann er ikki heima, eru frystar frikadellur ella pizza á skránni (no offense Sólrun ). Eg hopi altíð, hann er heima, tá ið eg vitji tey , og á jólum er Lars høvuðsstuðulin í køkinum, eisini, um jólahaldið er aðrastaðni enn hjá teimum.



Dunnan 2005

Tað er eingin loyna , at Lars og eg kundu ikki verið longri frá hvørjum øðrum politiskt, bæði á ási x og y, tað er sjálvandi ikki eitt evni, vit tosa nógv um, og mær tókti nokso løgið, tá ið mín familja knappliga vóru bestu vinir við Edmund Joensen og Kaj Leo - sum formenn í vinaflokkum. Og fólk hava ofta spurt, hvat pápi helt um Lars. Teir fingu ikki so nógva tíð saman, men eg veit, at Lars hevði gleði av at práta við ein gamlan fýr sum pápa, sum visti um danskan politikk langt aftur í tíðina. Lars kann práta við øll, hansara lív sum politikari hevur lært hann tol eisini við mótstøðufólki.






Lars er ikki beinleiðis ítróttarmaður, men hann hevur roynst heilt væl – saman við Sólrun og børnunum – sum rakstrarmaður í Sáttarenni. Næsta stigið er at læra seg at fletta, so at tað ræsta og turra kjøtið verður rættiliga sjálvgjørt.



Í royting

Góði Lars, tú og Sólrun hava klárað tykkum væl. HJARTALIGA TILLUKKU við teimum hálvthundrað, og farið nú væl við tykkum sjálvum, árini krevja sítt  Heilsan vermóðir.

 

No comments:

Post a Comment