May 10, 2014

White Teeth eftir Zadie Smith


Bókin er sera nógv róst, og tá ið vit komu inn í FNAC í Antwerpen, sum er ein sera stórur bókhandil, lá hon frammi í stórum tali, á hollendskum og enskum, hóast hon er ikki heilt nýggj.  Frida Sofía lænti mær hana, og bókin hevur eina vissa sjarmu, tann speiski tónin, sum rakar uttan mannamun eystur og vestur er rættiliga undirhaldandi, men verður tó, sum frá líður, nokso troyttandi.

Bókin er um tvey pør í London Archie og Clara Jones og Samad  og Alsana Iqbal, tey bæði seinnu eru úr Bangla Desh og vórðu gift, tí at foreldrini skipaðu tað soleiðis. Archie er eingilskmaður, men kona hansara hevur røtur í Jamaica. Í báðum familjum er sostatt innflytaraproblematikkur. Alt byrjaði í grundini við, at Archie og Samad vóru í sama tanksi undir krígnum, teir upplivdu ymiskt saman, vóru als ikki hetjur, men liva kortini við og ígjøgnum síni krígsminni, sum so vísa seg at vera ”ósonn” ella skeiv minni. Teir eru bestu vinir, púra óheilag alliansa millum eystur og vestur, millum arabaran og bretan, men teir eru eisini einasti vinur og ráðgevi hjá hvørjum øðrum.
Samad og Alsana eiga  tvíburðadreingir, og sum teir vaksa til, verður pápin meiri og meiri í døpurhuga, um teir verða ikki spiltir at vaksa upp í Onglandi við allari tí vestanspillu, sum har ræður. Hann ger ikki vandari enn kidnappar sín egna son, tann eldra (2 min), bókliga klókara, og sendir hann til Bangla Desh, hann hevði ikki ráð at senda báðar. Tað speiliga í tí er, at tann heimsendi sonurin, sum skuldi gerast góður muslimur og hava siðbundin virði gerst ”more English than the English”, og sonurin sum veksur upp í London gerst ultraradikalur muslimur, m.a. ger hann tað liðugt við gentuna hjá sær, tí hon letur seg so eggjandi í, men tað var júst tað, honum dámdi við henni. Heimsendi beiggin kemur aftur at lesa løgfrøði í Englandi, so hann kann ”hjálpa” Bangla Desh úr síni fákunnu.

“The one I send home comes out a pukka Englishman, white suited silly wig lawyer. The one I keep here is fully paid-up green bow-tie-wearing fundamentalist terrorist. I sometimes wonder why I bother”…

Hetta er eitt høvuðstema, líkist nógv Hanif Kureishi í My Son the Fanatic.   Tvíburðabrøðurnir eru ein mynd av Bretlandi og teimum fyrrverandi hjálondunum, sum eru so formað og broytt av eingilskmonnum, at “you can’t live with them, and you can’t live without them”, sannir tvíburðar tí at so nógvir eingilskmenn gjørdu gentur við barn, meðan teir vóru staddir í hjálondunum, t.d. var abbi Claru breti. Oldurabbi tvíburðarnar segðist vera tann fyrsti at gera uppreistur ímóti Bretlandi, og Samad dyrkar hesa mytu, sum ikki er søguliga røtt. Lagnan vil tað so, at sonur hansara Millat ger eisini uppreistur á sín hátt, tá ið hann – púra skeivur – skjýtur eftir læknanum, sum hevur granskað ílegur alt sítt lív.   
Tá ið bókin endar,  eru nógvar submentanir umboðaðar í etiskum tjaki, vit hava umhvørvis- og djóraverndarfelagsskap, vit hava víðgongt muslimskt harkalið, og vit hava Jehovah vitni, sum vænta heimsins undirgang. Og so sjálvandi tann hvíta meðalklassan, eisini sera speiskt lýstur. Tjakið er um ílegugransking.

Mentanarsamanbrestur í 2. ættarliði av innflytarum er eitt høvuðstema, minnilig er hendingin, tá ið dóttir Archie fer til frisør og vil hava sítt svarta  Jamaica hár slættað og litað reytt, og tað gongur heilt av skriðuni við kemikaliunum. Samanberingin við meðalstættarhúskið Chalfen, sum innflytarabørnini verða send til at fáa eykaundirvísing, undirstrikar eisini munin. Chalfen húskið hevur eina ovurstóra ”hjálpiílegu”, tey hjálpa hesum brúnu ella svørtu børnunum, gloyma so sín egna son, sum so finnur sínar radikalu umhvørvisvinir í staðin, og tey brúnu børnini kunna ikki ella vilja ikki ”hjálpast”.
 
hár, tikin av netinum
 
Stílistiskt er bókin eyðkend av uppramsing og uppafturtøkum og sjálvandi sera speisamum tóna. Høvundurin skrivar ofta talumál (t.d. nuffing fyri nothing), tá ið summi tosa, t.d. Hortensa mamma Claru, stundum er so avskeplað stavseting, at tað er torført at fylgja við. Og nú havi eg als ikki nevnt bókarheitið, tað tulkar tú bara sjálv/ur.

No comments:

Post a Comment