Nú er so inn at hava samkomur á kaffihúsi. Í kvøld var ein slík í Baresso í SMS. Fyrst á skránni var upplestur, Sólrun Michelsen las tvær søgur úr savni sínum “Rottan”. Hon lesur væl, men spell, at eitt ball var samstundis í Burger king, eftir óljóðinum at døma vóru tað 20 ungir menn, sum flentu í senn. Síðani hevði Turið, systir eina framløgu um søgurnar hjá Sólrun og tær í savninum hjá Firouzi Gaini, Horvnir menn. Turið segði nøkur orð um, hvat eyðkendi søvnini, og nevndi onkran ólíkskap teirra millum. Síðani las Gunnvá Zachariassen úr bókini hjá Sofi Oksanen – trý brot. Og síðåani las/spældi hon brot úr tí føroysku yðingini, sum skal á pall í november. Hon dugir so væl at lesa, tað var óhugnaliga væl lisið/spælt. Vit gleða okkum til leikurin kemur. Kári Árting endaði við eini framløgu um, hvat eitt gott boð er upp á vetrarins topp 10 lista av útlendskum bókum.
Aftaná fóru vit á Hvonn, har EEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEE hevði samkomu, har var nakað av fólki. Men tey vóru nokso móð, tí kvøldið var liðið so mikið.
No comments:
Post a Comment