Øvrigheitin í Havn, fútin og handilsmaðurin eru standardpersónar í føroyskum bókum. Og teir eru somu bakbeistini, sum teir plaga. Føroyingar eru mansliga harðligir, grovir í munninum, men gera ikki uppreistur lata seg vinda um lítlafingur. Høvuðspersónurin Tóvó er undantakið, og hann er ein brahmadellur. Nei, einki indiskt er ordiliga í bókini. Ein williamskur ráki gongur at nøvnum og ramsum og gandahugna. Men annars er bókin ein ektaður Jóanes! Og øll, sum sum elska hansara kontanta óborðbæra málburð, kunna gleða seg. Síðsti partur er í nútíðini, 1988, og har finna vit eitt yvirlit yvir íløgur í Tòrshavnar kommunu. Eg eri ikki heilt liðug at lesa hana enn, men summir partar eru heilt góðir. Ørkymlandi, at afturbent fornavn sær/sín er púrasta skeivt brúkt ógemeina nógvar ferðir. Sum kunnugt vísir sín aftur til grundliðin í setninginum
No comments:
Post a Comment