Sá dansileikin Føniks í Norðurlandahúsinum í kvøld. Ein orkubumba. Mytisk frásøgn, atdráttarmegin, parlag í symbiosu og trælkan. Ljóðmeistari var Eivør, hin musikalska. Vøkur harmonisk ljóð og murrandi barkaljóð, sum frá dýri. Ein svørt og ein ljós, ein deyði og ein játtandi endurføðing. Búnarnir vóru serstakliga originalir og festligir. Tann hvíti kjólin við tornuru og sleipi bleiv brúktur til pynt og fongsul og verju og okkurt meiri eisini. Skinnkápan gav tær kenslu av onkrum kraftarmiklum, dýriskum- og tey brúktu hana bæði. Eivør hevur fingið øll síni segl á loft Hon elskar flottar kjólar.
Á frata, eg hevði ynskt eg hevði sæð hatta! Spennandi, spennandi!!
ReplyDeleteHeilsan bloggan Turið! :D