Hvussu nógvar bøkur ber til at lesa í senn ? Í løtuni lesi eg 4 ella 5, tað er kanska óseriøst. Tvær teirra lesi eg umaftur, eina svenska og eina afghansk/amerikanska, tí tað er skúlaarbeiði, og tað er Sisyfos arbeiði, og so lesi eg ta nýggju hjá Jóanesi Nielsen og Freedom hjá Jonathan Franzen. Oy nú gloymdi eg eina, hon er norsk. Kanska tað er ein grund til, at eg havi ilt við at blíva liðug við bøkurnar. OK, bøðilin hjá Pãr Lagerkvist eri eg liðug við fyri 3. ella 4. ferð. Hon er virkuliga hugtakandi. Kanska Barabbas og Jesus eru sami persónur, tvær síður av einum menniskja. Bar Abbas. Abba. Faðir.Synd er í menniskjunum. Leita og leita og lítið on einki tey finna.
Eitt heilt annað: óluksáligt sum næmingarnir duga væl enskt, tey lesa alt millum himmal og jørð á enskum og leggja tað fram í flokkinum, eg eri virkuliga imponerað. Bæði 1. s og 3. s høvdu framløgu í dag. Í fyrsta flokki var tað um Boara kríggið, Hiroshima bumbuna, ístíð og steinøld, rósukríggini í Bretlandi og sponsku inkvisitiónina. Í triðja flokki var tað meiri tekstbundið, um eina søgu – men eisini alment sum religión mótvegis vísindum. Báðir flokkarnir høvdu alnetið sum sína fremstu keldu. Í øðrum flokkinum komu vit eitt sindur inn á miðlar, hvussu heimsumfatandi eru teir í grundini? it sita í Evropa, og tá ið eg reiki á netinum, komi eg aldrin inn á muslimska propaganda ella kinesiskar heimasíður – ikki at eg dugi arabiskt ella kinesiskt. Mentað verður altíð sagt, onkuntíð hóttandi , at hetta er WORLD WIDE. Eg haldi okkara útsýni er nokso evropeiskt ella enn trengri.
No comments:
Post a Comment