Oct 11, 2011
Ein ektaður Jóanes
Hugaligt at ein spildurnýggj skaldsøga sær dagsins ljós. Vit høvdu frætt, at hann var í ferð við eina, spekulatiónir um, um hon mundi vera indiskt inspirerað, spekulatiónir um hon mundi fara at vera góð at brúka til undirvísing. Og tá ið tú hoyrdi navnið Brahmadellarnir, Brahma....tað ljóðaði indiskt, og orðið er indiskt (s.192) Men... Brahamadellarnir eru úr Havn.
Søgugongd
Bókin er í 5 pørtum og fevnir um 150 ár. Hon byrjar og endar í gamla kirkjugarði í Havn í 1995. Søgan fylgir tveimum familjum, familjuni hjá Tóvó og Eigili Tvibur, hvørs gøtur krossast upp gjøgnum tíðina. Søguligir persónar eru eisini í bókini, sum Løbner og Napoleon Nolsøe.
Fyrsti partur er um meslingaepidemi í Havn í 1840unum, fólk doyr, og smádrongurin Tóvó og langabbi hansara Tóvó verða presenteraðir og eru høvuðspersónar. Annar partur gongur fyri seg í Suðuroy. Tóvó býr á Tvøroyri hjá Napoleon Nolsøe, lækna, og Niels Tvibur giftir seg til eitt festi í Sumba. Tóvó er raskur og mennist og lærir, bæði um jarðarbrúk og kynslív, m.a. fær hann at vita, at mamma hansara varð neyðtikin, og lesarin fær at vita, at Niels Tvibur yndaði mammu Tóvó. Tá ið hesin parturin endar fer Tóvó frá Pola, út at liva sítt egna lív. Triðji partur fer fram í havn. Vit nærkast nú aldarskiftinum1900. Persónarnir eru nú eisini myndugleikarnir í Havn, lýstir rættiliga neiliga, eitt degenererað slag, sum nørir at sær. Í eini skaldsøgu eftir Jóanes Nielsen vænta vit okkum nakað um politikk, og tað fáa vit eisini, bæði alment samfelagsligar viðmerkingar og hendingar, sum beinleiðis hava við arbeiðarapolitikk at gera. Eg sipi sjálvandi til kapitlið Thorshavns Arbejderforening. Høvuðspersónur er Tóvó, sum saman við Sámali á Kák, t.orir at mótmæla og krevja arbeiðsmanna vegna. Hetta endar vanlukkuliga fyri Tóvó. Fjórði og fimti partur eru um Eigil Tvibur, og hendingar fara fram nærri okkara tíð. Eigil er rithøvundur, vit sleppa eisini at lesa okkurt , sum hann hevur skrivað, og søgan um lorthundin er ótrúliga ónosslig og ekul, og deymurin er øgiligur, men sjálvandi – tað er eisini ætlanin. Eigil er býráðspolitikari, men sum hjá Tóvó, so kemur fortíðin eftir honum, hann verður ikki dømdur fyri nakað, men hansara tíð sum politikari er av. Mamma Eigil er ein beisk kvinna, hatar Sumba og sumbingar meiri enn hin versta, lesarin fær so eisini at vita hví.
Orðalag og stílur
Teir flestu persónarnir í søguni eru grovir í orð og tal, nógvir fúlir og ófantaligir. Konufólk og mannfólk. Men tú venur teg við tað, meðan tú lesur. Eg bleiv nokso kløkk, at Karin – tað er daman hjá Eigili – spyr Eyðun Winther , hví føroyingar ongantíð skriva um gott gamaldags mogg, tað er næstan so, at tú blúgvast, kona Eyðun er eisini nevnd, so at vit kenna hana. Eyðun Winther verður so at siga gjørdur partnari. Smakkleyst, ella á markinum til smakkloysi. Og samanberingarnar og orðablómurnar eru altíð tiknar niðan fyri beltið. Sum eg lesi tað, so ger tað bókina minni realistiska, tað verður til eina verkætlan um at skriva lágmál og lýsa hendingar, sum fara fram á t.d. vesi. Luktisansurin verður nógv tikin í brúk: lukta av reyv í báðum endum, av kyni, lukta rotið osfr. Fútin hevur tann óvana, at hann luktar altíð sínar egnu fingrar, og Tóvó heldur seg vita, hvar teir fingrarnir hava grópað.
Sera nágreinilig og stuttlig er lýsing av høviskari ást, har bæði longd og tjykt og luktur eru vandaliga skrásett. Tann søgan er um ta 22 ára gomlu Henriettu, sum fer við einum sera høviskum offiseri, sum á høviskan hátt tekur hana og sera høviskliga biður um umbering.
Jóanes hevur alla sína høvundstíð viljað brotið tabu, vit minnast kvinnuna í berum fyriklæði og hina í berum hárbandi og ta ferðina, tá ið kloakkirnar í Havn fløddu inn í Joto á Áarvegnum. Men tað eru minniligar bøkur, og hvussu nógv onnur hava lýst hesi tingini í føroyskum bókum? Ikki mong, so tað er, kunna vit siga, Jóanesar lutur at gera júst tað.
Eitt nýtt modernað stílbrigdi, sum Jóanes hevur tikið upp, er at brúka tekstir hjá øðrum innan í sínum egna teksti. Hans J. Debes og Christian Matras verða brúktir sum keldur til at lýsa Pløyen , og D.P. Danielsensa forherligandi lýsing av Pløyen í “Hvørt við sínar náðir...” verður eisini nevnd, men síðani hevur Jóanes Nielsen so aftur eina aðra keldu, sum vísir, at Pløyen var ikki guds besta barn. Pløyen er ein sera nógv umrøddur persónur í Føroyum og í føroyskari søgu, kend er hetlandsferðin hann gjørdi, sum gav honum íblástur til allar møguligar batar í Føroyum. So Jóanes Nielsen brúkar henda figur, men ger sær sín egna og brúkar sjálvandi tær keldur, sum eru. Tað er, sum um rithøvundurin letur lesaran fáa research partin til skaldsøguna saman við skaldsøguni.
Grøvin í gamla kirkjugarði hjá Napoleon Nolsøe er byrjan og endi í søguni, eisini her eru keldur tiknar fram at lýsa mannin, Ole Jacobsen bókmentafrøðingur og Árna Dahlsa bókmentasøga. Spurningurin er um, Napoleon Nolsøe lækni helt sítt læknalyfti ella ei, um hann hjálpti føroyingum nóg væl í meslingaepidemiini. Satt at siga er tað í mínum eygum ella oyrum nokso troyttandi við so nógvum søguligum tilfari innan í eini skaldsøgu, um tað er søga, eg við lesa, so lesi eg søgubøkur. Ei heldur vil eg spæla detektivur til at kanna, hvat nú er Jóanesar egna hugflog, og hvat er “sannheit”. Men tað hevði kanska verið eitt gott verkevni at givið næmingum?
Men ikki alt er grovt og rátt.Tá ið Niels Tvibur og Tóvó hittast á Tvøroyri, og Niels ætlar at geva Tóvó húsini í Bringsnagøtu, fáa tær innastu kenslurnar í Nielsi útrás. Eisini sambandið millum Pola og Henriettu, eftir at hon er blivin einkja, er sera mildliga lýst. Jóanes dugir eisini at skriva um heitar kenslur og vakrar tankar, hóast tað er longri ímillum tey brotini enn tey við ókvæmisorðum. Til dømis eru fleiri dømi um, at tað verður sitið uppi yvir einum doyggjandi menniskja, hetta eru stillar og djúpar lýsingar av sorg.
Jóanes høggur til høgru og vinstru, allir teir politisku flokkarnir fáa sítt, tað, hann sigur um sjálvstýrisflokkin, er áhugavert, nú ið tann flokkurin er um at fara í upploysn. Rithøvundafelgaið fær síni seksogtrýss, tað gamla stríðið millum “professionell” og áhugafólk verður skitserað. Nokso grovar lýsingar av limalistanum í felagnum.
Fólk verða nevnd við navni, eitt nú Poul Michelsen, sum verður lýstur sum borgarstjóri í Havn, og her fáa vit at vita upprunan til Framsókn, sum nú fer at stilla upp til løgtingsval: tað var Eigil Tvibur, sum bar upp á mál við Poul Michelsen , at ein slíkur borgarligur anarkistur mátti tikið eina uppgerð við sín flokk og teirra málgagn Dagblaðið.
Heitið - Myndir
Brahmadellarnir eru ein ætt í Havn, sum dugir gand. Nógvir føroyingar eru fullir í pátrúgv og ræðast ella virða slagið, hin vegin verður tað eisini brúkt ímóti teimum sum ókvæmisorð og í ákærum.
Myndirnar hjá Rannvá Mortensen hóska sera væl til søguna. Kropslutir, innvølir. Toskarhøvd, sum líkjast murtahøvdum. Og so litirnir, bara grátt og reytt, blóðreytt, sum í einum nalvastrongi, ella einum bankandi hjarta. Passaliga abstraktar til at lesarin sleppur sjálv at finna eina meining, men ikki so løgnar, at einki høvd og eingin hali er á. Kom at hugsa um Kvium, nú ið øll hava upplivað Kvium í Norðurlandahúsinum.
Bókin er góð.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
Eg forvitnist. Fari at leita, vita um hon kann keypast av netinum.
ReplyDeleteMe encantan las fotos, aunque no entiendo nada de lo que escribís
ReplyDeleteMiriam de Logroño