Mar 27, 2016

Páskadagur 2016

Í dag fóru vit í føðingardag hjá Bonmami, tað er Liliane. Hon er 75 nú. Hpn hevði fyrireikað eina frálíka máltíð, fyrst sjampanju, síðani súpan, so breyð og viðskera, so ísdessert. Hon hevði sett ein kassa við dyrnar, har skuldu vit leggja telefonirnar. Øll løgdu telefonirnar í kassan, men tað var stuttligt at eygleiða, hvussu tey sníktu seg eftir telefonini og lííííka fóru út í gongina eitt bil.

páskadagur 2016 021

Liliane við synunum Michel og Thierry

Ein páskasiður hjá teimum er at kappast um at bróta eggið hjá hinum. Hvør fær sítt hartkókaða egg, og so skula tvey og tvey knalla eggini saman, tann sum seinast hevur eitt óbrotið egg hevur vunnið.

páskadagur 2016 016páskadagur 2016 013

Liliane fekk ein Ipad í føðingardaggávu, so hann mátti prøvast og installerast , og Marie hevði eitt programm, sum skifti høvd um á fólki, øgiliga stuttligt.

páskadagur 2016 042

páskadagur 2016 004

Í morgin gongur leiðin aftir til Føroya via Amsterdam og Keypmannahavn. Ein deilig feria at enda komin.

No comments:

Post a Comment