Ommusightseeing við Fridu Sofíu er passaliga sein´og hugnalig: fyrst síggja okkurt, so kaffi, so ganga og síggja okkurt, so eta og so heim – akkurát fyri.
Vit fóru á sjóvinnusavn í Rotterdam, sum sjálvandi liggur í havnini, t.e. størstu havn í Evropa. Tey hava flottar framsýningar og so hava tey eisini eitt stórt útisavn við bátum og amboðum. Ein serframsýning var um húsbátar, tey byggja gamlar bátar um til at búgva í, bæði fiskibátar og fraktbátar. Ein stór last kann gerast ein fín, fín skrivstova.
Og tey hava eitt stuttligt og læruríkt spælipláss, tað var eitt sum eg saknaði í Helsingør.
Nógv var gjørt burt úr cruise ferðsluni. Vit kekkaðu inn í eitt stórt ferðamannaskip. Sóu kahyttirnar, viðføri, matsal, salong og úti á dekkinum. marglætisskip frá tretivunum.
Rotterdam hevur spennandi skýgrein, nógvir høgir modernaðir bygningar.
Okkara næsta mál var marknaðarhøllin, eitt so sera sjáldsamt hús, eitt modernað sixtinskt kapell, tekningar um alt hválvið. Og denn marknaður, kryddurtir, ostar, fiskur, frukt alskyns grønt, nógv, sum eg ongantíð havi sæð fyrr. Bygningurin var so óluksáliga flottur, formaður sum ein av barakkunum hjá eingilskmonnunum, men yvirstórur, høllin í miðjuni og so íbúðir rundanum.
.
Vinstrumegin flustar kokusnøtir og krokodillufrukt, høgrumegin loftið í marnaðarhøllini, vindeyguni í loftinum eru í íbúðum, sum har eru.
Aftaná ótu vit kinesiskt . Ein góður dagur.
No comments:
Post a Comment