Mar 22, 2016

Bumbur í Brussel – páskaferia 2016

 

Í dag var ein óhugnaligur dagur, frá morgunstundini hoyrdu vit um álopini í Zaventem, floghavnini í Brussel. Eg kom um Zaventem fríggjadagin og skal heim tann vegin 2. páskadag. Tey plaga at koma eftir mær og fylgja mær avstað, eisini børnini. Um eg nú var komin í dag? Tey plaga eisini ofta at fáa sær kaffi í Starbucks, sum er har í fráfaringarhøllini, tann kaffistovan er ikki til longur.

Hóast her var friðarligt í Reet føldu vit ikki einki til hægsta trygdarstøði, Madeleine slapp ikki at ganga heim sjálv, men skuldi fylgjast. Michel kom heim frá arbeiði, tí hann fekk ikki hugsavna seg um nakað, men lurtaði eftir tíðindum alla tíðina.

Ì kvøld hugdu vit eftir heimildarfilminum, hann nevndi meg Malala. Tað var um Taleban í Afghanistan, teir brendu yvir 300 skúlar. Malala bleiv skotin í høvdið, og hon hevur ein deyðadóm hangandi yvir sær.

So nógv hatur, óvitinnheit, sjálrættvísi, maktgreði og og og ….

syrgiligt

008

Madeleine lærir seg kinesiskt, kanska fleiri skuldu eisini lært seg arabiskt og farsi.

….og nú tveir dagar seinni sigur FS mær, at teir ætlaðu at gera bumbuálopið komandi mánamorgun, men so bleiv ein teirra tikin av løgregluni, so gjørdu teir tað beinanvegin. Okey? So føli eg meg líkasum bjargaða á eggini.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

No comments:

Post a Comment