Nov 28, 2010

Kaldur jarðarferðardagur

Var í Vestmanna og fylgdi Ingunn til gravar. Vit fóru úr Havn við bussi, nú ið kavin liggur, vildi eg ikki taka bilin. Inga Poulsen Dam helt eina sera góða talu, og sálmarnir vóru sjáldsama góðir, slíkir, sum ikki eru so vanligir til jarðarferðir. Ervið var í Fiskivinnuskúlanum, næmingar stóðu fyri mati, servering og uppvaski.

ingunn 013 ingunn 002 ingunn 003 ingunn 007 ingunn 011 ingunn 012

Nov 27, 2010

Aftur í ár vil eg á henda hátt……

Fór til Dals hósdagin, hugnaligt í stovu um frystir eru teigar. Setti nakrar dekoratiónir saman, tað er altíð stuttligt.

Kom úr Dali í morgun og fór beint í býin at hyggja at jólasøluni hjá Heimavirkisfelagnum. Har var so nógv flott, nógv kreativ fólk samankomin. Eg og IR keyptu okkurt smávegis. Sóu kent fólk.

Sigurð 15 og annað 061 Sigurð 15 og annað 033 Sigurð 15 og annað 035 Sigurð 15 og annað 036 Sigurð 15 og annað 038 Sigurð 15 og annað 039 Sigurð 15 og annað 054 Sigurð 15 og annað 055 Sigurð 15 og annað 056 Sigurð 15 og annað 058 Sigurð 15 og annað 059

Nov 24, 2010

24. november




Í dag hevði Hans Marius fylt 69. Hann helt næstan ikki føðingardag soleiðis, mann mátti næstan noyða hann at halda dagin, men hann fekk kortini bæði gestir og gávur, í hvussu er summi ár. Hann fekk so 68 ár her á fold, meiri enn Ingunn, sum doyði sunnukvøldið, hon var bara 56. Tað er ungt at fara og ein stór sorg hjá teimum , sum sita eftir. Ingunn var gemytlig og stuttlig at vera saman við. Hon var eisini dugnalig sum lærari, og Fiskivinnuskúlin hevur nógv at takka henni fyri.

Hans Marius og Ingunn eru í mínum tonkum í dag – hann er ongantíð langt burturi, serliga um kvøldið, tá ið friður er, sjónvarp og útvarp sløkt, teið uppi og bara náttin eftir ……

Nakrar yndismyndir…Bergljót og Hans Marius í Putlhúsi

Nov 21, 2010

Sigurður 15 ár

Eitt kakuvikuskifti av teimum góðu, aftur í dag vóru vit í føðingardag. Hesa ferð á Lýðarsveg, har Alda og Pauli høvdu rullað seg heilt út við nógvum leskiligum kakum. Hesa ferð er mynd av føðingardagsbarninum og ymsum gestum. Vit gingu niðan, tað tók meiri enn ein tíma, “hvokkin er hann Grímur á skóg”. Tað er ófatiligt, at mann orkaði so væl at ganga í mai, tað er bara eitt hálvt ár síðani. Vit gingu eftur Hoyviksvegnum og so eftir býráðsgøtunum niðan á Ringvegin. Ta íð vit fóru oman aftur, fóru vit inn í Smiðjuna í Lítlu vík á framsýning, á tann dýrd av troyggjum, turrikløðum og øðrum. Men tær flottastu troyggjurnar vóru seldar – sjálvandi. Mánalýsi var flott at síggja á firðinum, myndin er ikki so flott.

Sigurð 15 og annað 009 Sigurð 15 og annað 010 Sigurð 15 og annað 018 Sigurð 15 og annað 019  Sigurð 15 og annað 020Sigurð 15 og annað 023 Sigurð 15 og annað 026 Sigurð 15 og annað 028 Sigurð 15 og annað 031

Nov 19, 2010

Simona 11 ár


So hugnaligur føðingardagur! Men eingin mynd er av føðingardagsbarninum, Simonu, tí hon og genturnar vóru uppi á loftinum og so fóru tey út at spæla , meðan vit sótu og hugnaðu okkum inni. Elin svav næstan alla tíðina, tey fortaldu, at hon hevur fingið sær fyri at sova um dagin og vakja, tá ið hini fara at sova.

 IMG_3071 IMG_3073 IMG_3074 IMG_3075 IMG_3085 IMG_3087 IMG_3091 IMG_3092 IMG_3098 IMG_3101

Vaksandi til skrið

Ætlaði at fara suður, men tað er so ruskut veður. Í  gjár avlýsti Teistin tveir túrar, so tá hevur verið nakað ruskut. Ordiligt inniveður, tó tað vísir seg, sum alt veður er inniveður hjá mær í løtuni.  Havi sitið og lært meg eina binding tey kalla dominobinding, tað er stuttligt, mín prøvi er ikki so nettur og fínur, men mátan havi eg so lært. Hevði riggað væl til eitt teppi ella ein jakka.  So havi eg sitið og trenað meg at skriva við fyllipenni, hann er ein konfirmatiónsgáva hjá Hans Mariusi. Annars eru stílar at rætta á skránni, og so hatta telduskeiðið í skúlanum, sum fær ongan enda AB 4  eitur hetta modulið.

Í gjárkvøldið var eg til døgurða há Sólveig, fekk blóðmør, reyðkálsalat og fylt súrepli við marsipanloki omaná. Og kaffi, Sólveig er góður kokkur. Tíverri hevði eg ikki myndatólið við.

fyllipennur 011 fyllipennur 003 fyllipennur 007 fyllipennur 008 fyllipennur 009

Nov 14, 2010

Lívið er ikki so galið kortini

Vikuskiftið hevur verið fjálgt og gott, nógv fólk at práta við um mangt og hvat. Var fríggjakvøldið til Jesus Christ Superstar saman við Sólveig og Turið, leygardagin í ársveitslu hjá Tøkum lætt og sunnudagin til bókadag Rithøvundafelagsins, har var upplestur m.a. las Gunnvá yrkingar hjá Sigri. Alda og Pauli vóru eisini har. Turið var í pallborði, sum tosaði um skaldsøguskriving. Aftaná fóru Turið, IR og eg at fáa okkum okkurt á Hvonn.

ársveitsla og boðar 009 ársveitsla og boðar 012 ársveitsla og boðar 014 ársveitsla og boðar 016 ársveitsla og boðar 051 ársveitsla og boðar 056 ársveitsla og boðar 058 ársveitsla og boðar 067 ársveitsla og boðar 069 ársveitsla og boðar 071 ársveitsla og boðar 072 ársveitsla og boðar 073 ársveitsla og boðar 074 ársveitsla og boðar 080 ársveitsla og boðar 082