Oct 19, 2018

Heystferia

Áðrenn heystferiuna kom Sólrun ein túr, hon steðgaði eina viku. Lars kom eitt vikuskifti, og tey høvdu gestir við. Sólrun var hjá mær, áðrenn gestirnir komu, so hugnaligt at hava hana. Á myndunum ger hon frikadellur til alla familjuna. Síðani fór hon á fjall við Gjógv, og tá ið Lars var komin, fóru tey til Gjáar at fletta. Mads var við og hjálpti og legði lag á. Sólrun segði, at tað hoyrdist, at hann hevði verið lærari í so mong ár. Pedagogikkurin var í toppi.

Børnunum dámdi væl at fáa frikadellur og eplamorl. 


Í heystferiuni eru vit í Dali, og Turið og Hallur arbeiddu av lívsins kreftum við slakti. Í ár var Brian her suðuri og hjálpti til. Ómetandi hjálp. Tíverri var eg ikki sjálv hjástødd, so eg havi ongar myndir av toyminum í ár.

Oct 6, 2018

Eplafestivalurin 2018

Vit vóru tólv fólk og høvdu tvær skuffur sum hesa á myndini. Grønmetið var av Sandi og eplini. Døgurðin smakkaði himmalskt.
Vit vóru í Ísansgarði. Leygarmorgunin fóru vit fyrst at keypa grønmeti, og har var nógv at velja í frá morgunstundini.


 Festivalurin er blivin ein seriøs landbúnaðaruppliving, við bæði praktikk og teori umboðaðum.
Seinni fóru vit inn á gólvið hjá Rannveig, at vitja Speaker's Coorner, á pubb og sjálvandi at fáa okkum súpan frá Unni.
Vit vóru eisini á pallborðsfundi og til framløguna hjá Selmu.







Í Trøðum hjá Rannveig er so serstakliga hugnaligt, sum eitt museum - bara hugnaligari.











Bergljót og Sonja
 Laura , Annelisa, Sonja og Jóhan Petur
 Selma, framløga um agroøkologi
 Bjarti og Edvard
Regin, Laura og.......