Oct 19, 2018

Heystferia

Áðrenn heystferiuna kom Sólrun ein túr, hon steðgaði eina viku. Lars kom eitt vikuskifti, og tey høvdu gestir við. Sólrun var hjá mær, áðrenn gestirnir komu, so hugnaligt at hava hana. Á myndunum ger hon frikadellur til alla familjuna. Síðani fór hon á fjall við Gjógv, og tá ið Lars var komin, fóru tey til Gjáar at fletta. Mads var við og hjálpti og legði lag á. Sólrun segði, at tað hoyrdist, at hann hevði verið lærari í so mong ár. Pedagogikkurin var í toppi.

Børnunum dámdi væl at fáa frikadellur og eplamorl. 


Í heystferiuni eru vit í Dali, og Turið og Hallur arbeiddu av lívsins kreftum við slakti. Í ár var Brian her suðuri og hjálpti til. Ómetandi hjálp. Tíverri var eg ikki sjálv hjástødd, so eg havi ongar myndir av toyminum í ár.

No comments:

Post a Comment