Apr 15, 2023

OYES - vár 2023

7. apríl fór eg, tá ið skeiðið var av við METRO til gare l'Est. Var heilt errin av mær sjálvari, at eg fann rætta støð og rætt tok.

Frida Sofía, tann altíð fúsa, ferðaleiðari, sosiologur, tekstari, umsetari, fyrrv.sendistovufólk, kokkur, samskipari, yvirskipari, concierge, kom eftir mær í Epernay.

Nú byrjaði min triðja vika, og hon var í Oyes saman við Fridu Sofíu og hennara familju. Hetta er áttanda ferð , eg vitji í Oyes, síðani tey keyptu húsini í 2010. Hugnin er tann sami, bygdin er tann sama, friðurin. Men okkurt er broytt í húsinum og úthúsunum, okkurt er penari og betri. 

Fyrsta kvøldið bjóðaði FS boeuf bourguignon, ein væl kókaður , væl kryddaður kjøtrættur, øll trý børnini vóru har. Louis kykaði í peisini.






Epernay - Emil setur súkklurnar  á bilin

ein leskiligur snigil





Nógvar smáar bygdir eru har á leiðini, nógvir vegir føra til Oyes. Býirnir tey brúka at keypa og fara út at eta eru Sezanne og Epernay.  Rapsvelturnar gulnaðu dag um dag, og nú eg fór, var alt so brandgult.



vit fáa okkum kaffi í Sezanne











1 comment:

  1. stuttligt at lesa, k h Turið systir

    ReplyDelete