May 2, 2023

Tvær telefonsamrøður

 Í Dali lurti eg nógv eftir útvarpinum, og flaggdagin endursendi barnaútvarpið eina sending um tjóðsangin, har ið ein samrøða var við meg.

Dagin eftir bleiv eg uppringd av tveimum eldri harrum. 

Fyrst ringdi Tryggvi Sondum. Hann spurdi, um hann órógvaði. Tað gjørdi hann ikki, so rósti hann mær fyri útvarpssamrøðuna. Síðani segði hann, at hann skuldi siga mær okkurt, sum eg kanska ikki visti. Tað bleiv til ein fyrilestur um føroyska søgu, um Fríðrik Petersen og Jóannes Patursson. M.a. fortaldi hann, at Jóannes Patursson hevði verið trúlovaður við dóttur sýslumannin Muller, men møtti Guðný í brúdleypinum hjá systur Guðný, og hon "lokkaði" hann, tað var undarligt at hoyra, at J. Patursson var so púra ósekur í hesum. Men Muller legði sak, og J.Pat. noyddist at bøta og misti ein part av garðinum. So segði eg, at Jóannes Patursson sá so gott út. Tá segði Tryggvi: Hann var alfagur. Hann var ikki stórur maður, men tað kom innanífrá.

Hin telefonsamrøðan var frá systkinabarninum Símuni Dalsgaard. Hann rósti mær eisini men so var eitt MEN...og tað var at eg hevði ikki nevnt konurnar við navni, Sannu av Skarði og Annu Sofíu Rasmussen, tí at teirra partur var minst líka so umráðandi...ja, eg gav honum rætt, men sendingin var um tjóðsangin fyrst og fremst...

Men deiligt, at práta við fólk í friðinum í Dali.

1 comment:

  1. takk fyri boðini - interessant at hoyra um

    ReplyDelete