Sandoyarstevnan er ikki sum aðrar stevnur. barnatiltøkini eru spennandi og nýskapandi, og hóast tey eru ikki ókeypis sum á sjómannadegnum, so eru tey avgjørt bílig.
Kommunan bjóðaði morgunmat í teimum deiliga ljósu og nossligu hølunum hjá bókasavninum, nógv fólk var har, og morgunmaturin var sera góður og fjølbroyttur, bæði jogurt og frukt afturat øllum tí vanliga.
Tíverri var ov lítið av fólki, tá ið stevnan varð sett, kanska tí at setanin var flutt. Tó vóru ikki bara Herbert og Magna og lurtaðu eftir Brandi Sandoy. Fólk hildu seg bara inni undir húsavegginum. Í røðu síni nýtti borgarstjórin náttúrumyndir, og niðurstøðan var , at uppgongutíðir eru, og framtíðin sær sólarljós út. Tað var ein deilga positivur boðskapur, og veðrið var gott, so vit fóru fegin oman á Sand at byggja sandslott.
Hvør byggiharri fekk tillutað pláss á sandinum. Okkara slott var ein verjugarður rundan um lívsins træ, Yggdrasil, sum óndar maktir vilja skaða. Vit settu drekar á varðhaldi, og Magna gjørdi persónliga eitt hús til risan og kellingina, sum eru vaktarmenn. Men hon teknaði annars borðisk og mat í sandin, sum hon bjóðaði ommu síni.
Eg veit ikki, hvør vann kappingina, men Wintherfamiljan fekk 3. prísin. Teirra slott hevði eina allé og stóra grøv rundanum. Vit síggja Andreas leggja seinastu hond á verkið.
Síðani var at fara at koyra traktor, rógva í jollu og hoppa hoppiborg og fiska.
Sum altíð er á stevnum, var eisini her útimøti, Frelsunarherurin var væl mannaður , tey komu suður. Systkinini Elisabeth og Njál í broddi fylkingar.
Í Virkinum bar til at sløkkja sær tostan og fáa sær at eta. Hugnaligt at práta við Juttu og Niels
Eitt stuttligt høli at vitja var hoyløðan á Grótteigum, har var tann fryntliga Katrin í barrini, og hinumegin vegin var ein minibiografur, serstakliga væl funnið uppá.
Ein sera góður dagur heima á Sandi. Nú mundi eg gloymt at siga, at Herbert elskaði tarvin allarmest.
No comments:
Post a Comment