Aug 31, 2014

Gunnvør 65

Eg havi kent Gunnvør altíð, ella altíð er so nógv sagt. Men vit hava livað í sama parti av Havnini, gingið í sama skúla og sunnudagsskúla. Gunnvør var systkinabarn Elisabeth, og eg og Elisabeth vóru vinkonur, so vit hittust javnan. Pápi og pápi Gunnvør Sverri kendust og prátaðu mangan bæði um politikk og annað. Men tað var í 2004, at nakrar damur teirra millum Gunnvør spurdu, um eg vildi gera ein lesiklubb saman við teimum. Og síðani tá hava vit hitst eina ferð um mánaðin. 2009.04.01 012

Vit byrjaðu við føroyskum bókum, men vit hava nú verið víða í bókmentunum, líka frá Irak til Grønlands og Íslands. Gunnvør er ein lesihestur, ofta hevur hon góð uppskot til, hvat vit skula lesa næstu ferð. Gunnvør hevur stóran áhuga fyri filmi, hon var í filmsfelagnum, og tá ið Norðurlandahúsið og Havnar bio hava serligar filmsdagar, er Gunnvør á staðnum.DSC09449

Tey seinnu árini hava okkara lívslagnur fingið so sjáldsama paralella gongd, fyrst bleiv Hans Marius sjúkur, so Erik, síðani doyði fyrst annar so hin. Vit eru nú báðar einkjur, og eg gleði meg at diskutera Marquez við hana í næstu viku, í bókini “Kærleiki í koleratíðini” eru nevniliga nógvar einkjur (nokso ólíkar okkum skikkiligu havnarkonum Smile).

IMG_4290 Nú ið Gunnvør er rakt av sjúku og situr í koyristóli, kemur hennara seiga lívskraft rættiliga til sjóndar. Altíð klár at finna loysnir og fáa tað besta burturúr, sum sæst á myndini omanfyri er hon ein fongur fyri eitt og hvørt selskap.

bókastev 002

Í gjárkvøldið var stór veitsla í B36 húsinum, Gunnvør segði, at hon hevði ætlað at hildið ball, tá ið hon fylti 60, men ta tíðina bar ikki til, og tá hevði hon lovað sær sjálvari, at hon skuldi gera tað, tá ið hon fylti 65.

P1030726

Arbeiðsplássið hjá Gunnvør MMR var væl umboðað, og nógvar talur vóru, men tann besta talan og tann mest rørandi  var Maikensa tala. Ronk sum eitt ljós og í flottum føroyskum klæðum, gav hon okkum klármælt innnlit í Gunnvørsa lív við familjuni, og vit hugsa, at Maiken eigur sín stóra lut í veitsluni og øllum, sum hevur við Gunnvør at gera.

P1030687P1030695

Ein av gávunum, Gunnvør fekk, var ein framførsla hjá Riu og Súsannu Tórgarð, og tað var sera væl eydnað.

P1030704

Dansifelagið hjá Gunnvør var eisini umboðað, og vit dansaðu Flóvan Bænadiktsson og nakrar sangir. Spælimenn vóru eisini, og fólk fingu sær svingom.

Góða Gunnvør vit heilsa tær á føðingardegnum við takk fyri títt inspirerandi lívsjáttandi íkast til okkara lív.

P1030688P1030721

No comments:

Post a Comment