Vit vóru í Mikladali tann dagin, standmyndin varð avdúkað. Eg fór í bussi saman við Lisu og Louisi, og FS og børnini fóru við bili, tey fóru fyrr, tí tey skuldu til Trøllanesaar at ganga túr út á Kallin.
Tá ið vit vóru á Skarði í fjør til standmyndaravdúkan hittu vit Vilhelminu, og tað gjørdu vit aftur í ár, her sæst hon saman við Annu Jóannesardóttur skoða kistuna við haminum hjá kópakonuni.
Nú hava fleiri verið frammi við viðmerkingum um Kópakonuna, bæði við feministiskum vinkli og við listafrøðiliga atfinningarsomun eygum, sum finnast at tí heroisku traditionellu listafatan og tí vantandi fjølbroytni, sum valdar innan standmyndir í Føroyum.
Fyrst vil eg siga, at tað var ein fínur dagur, men túrurin norð er biðið langur, bussurin møtti onkrum bussi, og tað var ein avbjóðing, bíðaðu eftir bussi bæði her og der, báturin kom til Klaksvíkar, samstundis sum leið 400 stakk av til Havnar – null samarbeiði.
Men bliðskapurin og hýrurin í Mikladali var fínur, alt var væl fyriskipað og tjøld og matur og annað klárt.
Hátíðarhaldið var passaliga langt og fjølbroytt, serstakliga stuttligt var at síggja tey ungu úr Klaksvíkar sjónleikarfelag spæla Kópakonuna. Og so má eg nevna pallin. At hava talur og sang niðri á helluni og pallin á Stórakneysa var genialt. Bara eitt var ein stór skøva í lakkinum, og tað hevði eg fortrongt, til Marna Jac. minti meg á tað í Degi og viku, hasin stóri lykilin til borgarstjóran við ketuni, frá einum manni til annan. Hvat ólukkan var tað fyri piss? Havi ikki vitað so býtt og mansligt ískoyti.
Eivør sang tveir sangir
Aftur til standmyndina: mær dámar hana væl, røðarar og áskoðarar høvdu ymsar tulkingar av myndini: er hon á veg í land ella á sjógv? Er hon glað ella syrgin, fræls ella bundin? Tað er pláss fyri tulking. Eitt áhugavert tema er hevndin, søgnin endar jú við ræðuligari fyriboðan, og eg havi hoyrt um eldri fólk, sum sjálvi hava mist menn av vanlukku, at tað mátti ikki verið neyðugt at sett eiuna standmynd upp av eini heks. Kanska standmyndin er endin á stríðnum, kanska hevndin er av, nú ið kópakonan er viðurkend í Mikladali.
Eg hugsi, at tá ið fólk biðja Hans Paula gera myndina, so er tað tí at tey vilja hava eina “hans paula”. Eg eri ein av teimum, sum hava suffað um, at so nógvar standmyndir í Føroyum eru fólkamyndir, men tað er ikki altíð nóg mikið at biðja onkran annan, hygg t.d. at Hans Andreas norðanfyri sjónleikarhúsið, tað er ikki Hans Paulasa verk. Eg eri hjartaliga samd í, at ov lítið frjølbroytni er í standmyndalandslagnum.
Astrid hjá Ragnu hevur verið fyrimynd hjá Hans Paula.
Vit hava ikki nógvar myndahøggarar í Føroyum, Hans Pauli hevur ættarbond í Kalsoynni, hann er viðurkendur í restini av ríkinum, nógvar góðar grundir eru til at biðja Hans Paula. Vit eru aftur í kjaki um fólksliga list og nýskapandi list. Í hesum føri er tað so ikki stríð ímillum leik og lærd, tí kópakonan er skapað professionelt av professionellum listamanni. Øll, eg tosaði við í Mikladali, hildu at standmyndin var flott. Tað er umráðandi, at fólkið, sum eigur myndina og skal hýsa henni, dámar hana. So kann ein siga, at fólkið skal skúlast til at dáma rætta list, og at bygdarráð og býráð og sjómannadagar skuldu ikki sloppið at valt listamann, verk og stíl…men hvar eru vit so?
Tillukku við standmyndini, vóni hon fer at klára brim og vind í vetur.
(myndirnar av standmyndini eru tiknar av internetinum, mítt myndatól doyði, og eg fái ikki myndirnar úr telefonini)
Aug 8, 2014
KÓPAKONAN
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment