Undan hvørjum kapitli, hevur Sólrun eina hugleiðing um lívið. Í lætt fatiligum myndum verður perspektiv sett á søguna um Sáru Malenu.
Heitið Sára Malena – síðsta gandakelling í
Føroyum... ella undirheitið, fær tað at ljóða, sum hetta er ein greinagerð...
eins og formæli, sum tosar um gransking og orðabókarorð. – Hví ikki bara Sára Malena.. ella okkurt um
kvinnukúging...Sólrun sigur, at heitið er tað, sum Eyðun nýtir í sínari grein í Brá, og hon helt, at heitið skuldi siga tað, sum fólk søgdu.
Hvat tekstaslag, genra er henda bókin? Fiktiv ævisøga, hóast persónurin er veruligur, so eru hendingar og umhvørvi fiktiv, bygt á veruligar hendingar.
Eru sagnir/kvæði serliga áhugaverdar í listarligum
arbeiði? Hvat er tað við teimum? Tær tola nógv av, eru herdar, alt óneyðugt er
skorið frá gjøgnum fleiri hundrað ár. Bara tann ektaða varan er eftir,
Allar sagnirnar í Brá nr. 5 (Eyðun Andreasen), eru við. Í
summum førum er eitt heilt kapittul, sum eru sagnir t.d. kap. 9 hevur 4 sagnir við, kap. 12 , 2
sagnir. Hugsi um høvundurin følir seg bundna av sagnunum upp á
góðan ella minni góðan máta. Sólrun sigur, at hon bleiv sera hugtikin av Sáru Malenu og hennara lagnu, og tað torført at sálda nakra søgn frá, tí eru allar sagnirnar úr Brá við, uttan ein.
Persónslýsingin Sára Malena....
dugir hon gand ella ei?.hon er sjálv í iva, eg haldi tað er væl klárað av Sólrun
at halda henda iva – eisini í lesaranum - allan vegin.
Lýsingin av Sáru M. ger, at lesarin skilur, at hon brúkar
tað vald, sum fólkini sjálvi hava givið henni...niðurundirkomin og eyðmýkt (s.41,67,71,75,89,91,117,173).
Tá ið prestur leyp Sáru Malenu um við altarborðið, tá var
ovboðið. Sára Malena (og hini í bygdini ) vóru heilt skelkað. Vit síggja í
ymsum førum, at Sára Malena er gudsóttandi, og altarins sakramenti er tað
heilagasta og tann ultimativa fyrigevingin. Sostatt hevur prestur dømt hana til glatan..
Frásøgufólk, sjónarhorn...... Sára Malena tosar ikki nógv gjøgnum alla
bókina, kortini er hennara 1. Persónsfrásøgn tann mest áberandi..t.e. hon tosar
við seg sjálva (og hønurnar) og hevur tó ofta rolluna sum alvitandi frásøgufólk
við einum modernaðum hugburði. Sólrun skiftir millum 1. persóns og 3. persónsfrásøgn
Í sagnunum hevur
Sára Malena aldrin sjónarhornið, tó at hon verður siterað viðhvørt. So, sum Sólrun sigur, hon vildi geva Sáru Malenu eina rødd.
Hugsi, hvussu torført ella lætt er at halda sínar 2023 feministisku meiningar fyri seg sjálva, tá ið nú Sára Malena livir í slíkari tíð sum hasi? Kanska hugleiðingarnar kunna virka sum "ventilur". Sólrun sigur, at møguliga kemur okkurt út millum rivini við hvørt.
Og hvussu er munurin millum at skriva um Helenu og Sáru
Malenu? Helena er nakað yngri, men tær hava ymiskt í felag...prestamótstøðu,
bøndur, báðar fordømdar av presti.. báðar klókar, kvinnukúgan. Sólrun sigur, at temuni í bókunum eru so ólík, at tað er líkasum hvør sítt.
Tað sum Sólrun hevur lagt afturat: Sagnirnar hava einki um heimalívið hjá Sáru Malenu, tá ið hon var barn, og ung og forelskað, har hevur Sólrun skapað eitt heim við mammu og pápa og seinni hjúnafelaga. Sólrun hevur givið Sáru Malenu eina góða vinkonu. Sólrun skapar motivatión til tað, sum stendur í sagnunum. Grundin til, at tey vildu drukna hana sum ein kettling. Grundin til, at hon ikki syrgdi, tá ið maðurin gekk burtur, grundin til at hon endaði undir borðinum hjá gandakallinum Pæturi.
Eitt flott vovið teppi av søgn og skaldskapi. Henda bókin fer at liggja undir nógvum jóltrøum í ár.
No comments:
Post a Comment