Jan 15, 2021

TIL EFTIRTEKTAR (Jóan Pauli Poulsen) (4. januar 2021)

Í eini annars frálíkari nýggjársrøðu staðfestir løgmaður afturlítandi m.a., at vit hava selt til ES, Russland, Kina og USA og framlítandi at samhandilin við allan heim skal støðugt mennast. So sjálvandi, at ein nýggjársrøða nýtist ikki at fara í smálutir. Men tað er ein onnur lyklastøða, sum nýkomna kappingin millum stórveldini hevur komið okkum útí, og sum vit kunnu gagnnýta bara við sjálv at taka stýrisvølin í hond og tora at taka støðu. Hetta vóru orðini og so ikki meir um tað. Hatta við sjálvstýrinum ljóðaði hulisligt um ikki beinleiðis óærligt, men handa lyklastøðan, sum krevur mannsmót og dirvi, er somikið ófrættakend, at løgmaður mátti givið okkum eina hóming av, hvat hann hevur í kvittanum. Her kann tí bara hugleiðast um hesa lyklastøðuna, sum í friðartíð, væl at merkja, er ein tvørlig tvístøða, hon at vilja støðugt menna samhandilin við lond, sum okkara sameindu hava sett á svartalista sum fíggindasinnað, nevniliga Russland hernaðarliga og Kina handilsliga. Og krevja av Danmark at ein NATO-radari aftur verður settur upp í Føroyum. Sum grundgeving verður ført fram, at naskir russarar ofta og tað hóttandi taka seg inn á føroyskt loftrúm, og er tí alneyðugt at eygfara hesar skaðafuglar av einum fjallatindi í Føroyum. (Øll flogfør yvir Føroyum koma væl um NATO-loftrúm eygleidd við verandi radarum og fylgisveinum, harav uppáhaldið). Føroysku fólkatingslimirnir eru farnir í sjálvdrátt í royndunum at gagnnýta lyklastøðuna. Sjúrður Skaale spyr longu í august við støði í, at NATO-radari skal setast upp á Sornfelli, verjumálaráðharran um møguleikarnar fyri í sama viðfangi at flyta radio-antennurnar hjá Færøernes kommando av Bøllureyni niðan á Sornfelli. Og seinri í eini røð av fyrispurningum fregnast Sjúrður um, hvussu føroyskt vinnulív kann sleppa upp í part sum undirveitarar og konstruktørar, og hvat kostnaðarætlanin av hesum radaraprojekti man innibera av inntøkumøguleikum hjá potentiellum vernamakarum. Alt fyrispurningar sum meira bera brá av ósmædni enn dirvi til støðutakan, sum løgmaður staðiliga eftirlýsir í nýggjársrøðuni. Umrøddi stýrisvølur verður so mikið meiri undranarsamur av at partamaður løgmans á fólkatingi, Edmund Joensen, smb. Berlingaranum, 6. oktober, saman við einum vinstramanni longu hevur skotið upp at seta NATO-radara upp í Føroyum, men í tilknýti til víðkaða marknaðaratgong í ES, hetta tí at Føroyar helst koma at missa Russlandsmarknaðin av radarans ávum. (Tó verða í uppskotinum ikki tikin atlit til mist fiskirættindini í russiskum sjógvi ). Somikið í friðartíð. Men hernaðardubbing við radaraútgerð hevur væl ófrið og fíggindaskap fyri eyga, heldur enn handilsskap. Korini í 1950’unum, tá radarastøð var sett upp á Sornfelli, vóru, at sjálvt um tað ikki er gjørligt at siga, hvør vandi, ið stendst av eini radarstøð í krígstíð, so kann tað við vissu sigast, at vandin er minni við ongari radarstøð. At Føroyar vóru settar á ein Urias-post skiltist á einum (minniluta)áliti í hernaðarmálinum, sum kom á Løgting, soljóðandi: • ...vit mugu øll gera okkum greitt, at tað er møguleiki fyri bardaga. Tað er neyðugt at rokna við hesum møguleika. Annað hevði verið ábyrgdarleyst. • radarin er ikki gjørdur bert fyri at verja, hann er eisini ætlaður til álops, tí at støðirnar eru førar fyri bæði at boða frá fíggindarakettum og at leiða egnar rakettir í mál í fíggindalandi. • liggja Føroyar berar, er vandin fyri álopi í einum komandi bardaga nógv minni, enn um herstøðir verða bygdar her, og landið soleiðis verður gjørt til eitt militert mál. Eisini gjørdi eitt viðurkent lið við 4 læknum og landslæknanum í hoyringsskrivi vart við teir avmarkaðu møguleikarnar at veita løstaðum neyðhjálp, aftrat tí, at rýmingarleiðir vóru ongar. Og løgdu afturat: “Tað er ikki uppgáva okkara og kanska heldur ikki rættur – tí her hava vit ongan kunnleika meira enn vanligt fólk – at meta um, hvussu vánir okkara verða í einum byrjandi stórbardaga. Men vit meta allir persónliga, at uttan tiltøk, sum gjørd eru øðrum stríðspartinum til verndar, eru líkindini fyri kjarnvápnaálopi á so smáar og fjarskotnar oyggjar óvuliga smá, borin saman við tann ovurhondsstóra vanda, sum verður, hava vit slík tiltøk her á landi. Tí tað, at vit eru fá, og land okkara fjarskotið, vil um so er, heldur eggja til álop á verndarliðið, har fólkaskaðin, samanborin við tættbygd lond, verður uppá seg lítil.” ----------- Mangt bendir á - ikki minst tað vantandi almenna kjakið - at NATO-radarin sum álopsmál vigar lítið upp í móti eini uppgjørdari skyldu til nýkomna hernaðardubbing fyri tey sameindu sum vit eru – sum tað eitur- í virðissamfelagi við. Gaman í. Men eru tað tey vesturlendsku virðini, stórveldini kappast um? Og hvussu stendur til við virðisgrundarlagnum undir okkara sameindu? Spyrjið Biden um tað. Hin 21. Apríl 1959, varð soljóðandi meirilutauppskot samtykt við 17 atkvøðum móti 11: Málið má haldast at vera avgjørt og verður tikið til eftirtektar. Løgtingið undirstrikar sína andstøðu ímóti militerari útbygging í Føroyum í vanligari merking, um talan verður um slíka. Er tað kanska hetta, harra løgmaður, tú vilt hava okkum at tora í 2021? .......................................................................................................................................................................................................................................................................................................... Tórshavn, 4. Januar, 2021. Jóan Pauli Poulsen (Sum sæst, er greinin skrivað áðrenn rokið, sum hevur verið í kongressini í Washington, og er sostatt ikki ávirkað av støðuni í USA beint nú)

No comments:

Post a Comment