Dec 31, 2019

Jól 2019

Í ár var eg inni hjá Turið og Halli jólaaftan. Magnus og Brandur vóru eisini við. Tað var stuttligt at síggja børnini so spent og glað.

Vit fóru í kirkju jólaaftan








Jól er familjutíð, og nýygjársaftan hevði eg ta gleði at síggja nógv av teimum yngru í familjuni inni hjá Turið S í Leivsgøtu.

Fekk sostatt høvi at heilsa uppá Leyvoy og hennara og siga teimum farvæl, nú ið tey fara avstað í morgin. og Lítlu Bergljót, sum er heima og heldur nýggjár. Alda, sum fyllir í dag, var eisini har og Andrias og Andrea og hennara børn - og ikki at forgloyma Búgvi. Hann fór so út at gera ein kyndil at fagna tí nýggja árinum.
2. jóladag vóru eg og børnini til jólatræ í Dali, ein stuttlig og festlig løta.

Nov 30, 2019

Machines like me eftir Ian McEwan

Bókin er tann nýggjasta hjá Ian McEwan, hon er útkomin í 2019.

Sera hugfangandi lesnaður um tólmennið Adam,

Nov 14, 2019

Vetrarítriv

Kvøldskúlin í Havn hevur sera nógv og fjølbroytt skeið í boði. Tað fyrsta eg gekk til var bókabinding, og Jens Pauli Heinesen fekk grønt bind.  Eg havi einaferð verið til møblapolstring, broderí, franskt. Og í fjør var eg á sjónleikaskeiði. Í ár valdi eg mær dreying. Tað er also ikki bara, bara. Í kvøld var fimta kvøldið, og tað gongur sera seint at fáa tað rætta takið, tann rætta vinkulin og ta røttu ferðina. Vit skuldu fyrst øll bara royna at fáa træið runt, so royna eina skál, ein ljósastaka eitt jólatræ.

opus 1 smurt við olivenolju
Ikki allir næmingarnir eru so óroyndir, onkur er, sum hevur verið á skeiði í fleiri ár, og hvørt skúlakvøld spretta fagrir lutir undan hondunum á Suna og Teiti.

Í kvøld gjørdi Suni smáar klokkur til jólar


So ótolin eftir at duga betur, at forma træið, so sum eg vil, men um tú skundar tær og flytur hond og jarn og broytir vinkul í ovræsi, so bang! springur jarnið og flensar eitt spor í tínum deiliga staka. Fjú, nú er kaffitíð. Gott at hoyra friðin, tá ið maskinurnar slókna. Tað er bæði gangur og dust á verkstaðnum.
Mítt sofubein skal verða til eitt jólatræ, tað líkist næstan meira einum jólatræ, áðrenn eg byrji.



saga


James funnið sær ein góðan kubba

greiða frá

brýna

Undirvísingin er í smíðstovuni á Eysturskúlanum.
dreya

floksmynd

Nov 10, 2019

Hendingaríkt vikuskifti

Fríggjadagin fór eg í Kongshøll at lurta eftir Erlingi Isholm, tá ið hann hevði sína doktaraverju. Vit eru heppin at hava fingið ein so fínan fyrilestrarsal í Havn. Ritgerðin hjá Erlingi er um leiklutin hjá amtmonnum í moderniseringini í Føroyum. Hann legði fram eina nýggja søgufatan, kann ein siga, eina fatan sum er ikki nationalistisk, grovt sagt: alt er ikki lort, sum danir hava gjørt í Føroyum. Sera áhugavert og væl fyriskipað.
Erling við opponentum og vegleiðarum
 


Fyrr í vikuni var eitt seinnapartsseminar um Hamlet. Har vóru tríggir innbodnir fyrilesarar. Ein tosaði um, hví og hvussu leikurin Hamlet hevur fingið so stóra útbreiðslu um allan heim -  All the world is a stage. Ein tosaði um Shakespeare leikir sum amboð í bardaganum ímóti veðurlagsbroytingum. Tey stytta og tillaga leikir (Reduce, rewrite and recycle), tey spæla teir uttandura í parkini Yosomite, har vørðirnir, sum eisini stundum spæla við - hava fingið boð um, at gestirnir skula ikki upplýsast um "Global warming". Tann triðji fyrilesturin æt Hamlet and the Histories of Emotions.

Aftaná vóru samrøður við týðara og tónsetara, Hans Torgarð og Trónd Bogason.




Marianna Norðoy hevur fingið nýggj høli til sítt gallarí, Galerie Focus, tey eru í Dr. Jacobsensgøtu. Fyrsta framsýningin er við verkum hjá Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke. Samstarv hevur verið við Krabbameinsfelagið um hesa sýning, við tað at Anne Marie hevur gingið til listterapi hjá teimum.

 


Palle Gregoriussen og Anne Marie Gøricke

So fór eg beina leið í Frelsunnarherin, har tey høvdu bókarframløgu. Óli Jacobsen hevur skrivað eina bók um Njál. Deiligt at síggja Elisabeth og Njál. Elisabeth hevði onkra stuttliga søgu um seg og Njál á Grønlandsveg 19.

 

Fríggjakvøldið fór eg í Norðurlandahúsið til HAMLET. Tað var eitt stórt upplivilsi. Uppsetingin er sera kreativ og original. Kjartan spælir Hamlet so serstakliga væl, hansara orkufylta og órógvandi kenslulív fylti tey stóru rúm. Pallurin ella húsið sjálvt spældi sína rollu væl, tað var undirhaldandi at knappliga síggja hamin uttanfyri ella uppi í einum stiga. Nú skal eg ikki avdúka meira, men alt húsið er tikið í nýtslu.
Byrjanin er genial, áskoðararnir føla seg rættiliga heima, tiknir upp í spælið frá fyrsta bríksli. 

Og nú er leygardagur, og Herbert hevur verið í First Lego league kapping á Argjahamri, so ótrúliga stuttligt at síggja so nógv hugagóð børn.





Og í Tróndargøtu er Víngarðurin, ein hugnalig vínbarr, latin upp. Har er vín og tapas og listaframsýning. So hugnaligt og gott fyri sálina. Og vikuskiftið er ikki av enn!



Nov 1, 2019

Ver tú eftir Jonathan Branfman

Ungu Føroyar hava givið eina nýggja bók út! Bókin eitur Ver tú eftir amerikanaran Jonathan Branfman við tekningum hjá Julie Benbassat og er um kynsfatan og samleika.
Bókarframløga var í Paname í gjár. Útgevarin Turið Sigurðardóttir og týðarin Julia Rutt Petersen søgdu frá arbeiðinum við bókini, og Sonja Jógvansdóttir greiddi frá sínum tonkum í samband við bókina.

Bókin brýtur upp úr nýggjum. Hesi viðurskifti viðvíkjandi kynssamleika hava verið og eru fyri ein part tabu í okkara samfelag. Men menningin hevur gjørt, at nú verður tosað nakað um slík viðurskifti, ikki minst vegna PRIDE gongurnar. Men enn verður ikki tosað við børn ella um børn á hesum palli. Tað er hetta, sum bókin ger, hon vendir sær til børn og ung - og sjálvandi teirra foreldur. Bókin er ein handbók, tú kanst sláa upp í henni og læra mangt um teg sjálva/-n og tína kynsfatan. Týðingin brýtur upp úr nýggjum. Sum Julia segði, so eru okkara orð um kyn ofta niðrandi og ófantalig, so tað var ein avbjóðing at brúka neutralt mál.

Turið, Julia, Sonja

fitt av fólki var komið at lýða á

Mest fangandi var røðan hjá Sonju, hon var persónlig, stuttlig og rørandi. Sonja hevði verið í blaðgoymsluni og lisið gomul tíðindi. Tað er hugaligt, at vit eru komin longur enn í 1988, men ræðandi, at tað eru bara gott tretivu ár síðani børnini í Fuglafirði ikki sluppu at læra um AIDS og HIV, tí tað var ónærisligt. Sonja helt, at tað hevði gjørt stóran mun, um ein slík bók hevði verið tøk, tá ið hon var barn og ung.

Oct 20, 2019

Cyrano de Bergerac

Vit í bókaklubbunum (bæði Bókastevi og Tilhaldsringinum) hildu, at ein vikuskiftistúrur til Keypmannahavnar at síggja Olaf Johannesen sum Cyrano hevði verið fínt.
Eg heitti á Annu at biðja um bilettir og hotell. Hon er so køn í hasum universinum!

Vit vóru 9 konur í hópinum og 10 til leikin.
Vit komu fríggjadag og kekkaðu inn í Borgargøtu á Wakeup. Um kvøldið ótu vit á Vita í St. Kongensgade.


Leikurin var í Skuespilhuset, so tað var so passaligt at spáka hagar. Undan leikinum fingu vit okkum "teatermenu" á Café Ofeliu, og nú var Marita komin upp í hópin.

Deiligt luksuslív í stórbýnum, hvat er tað ikki stórt at hava slíkan møguleika!

DAGBÓKIN 20 ár

Nú eru 20 ár síðani, allir føroyingar høvdu høvi at skriva dagbók til framtíðina. So eru bara 80 ár eftir, til skjølini vérða atkomilig fyri øllum.Vit vóru nøkur, sum tóku stig til at biðja allar føroyingar skriva dagbók 20. oktober 1999.



Fleiri enn 1100 fólk tóku lut í hesum dagbókatiltaki .  Stuttligt hevði verið at sæð okkurt av tí fólkt skirvaðu tá.

Sep 26, 2019

Møðgutúrur 3. KRACOW í PÓLLANDI. AUSCHWITZ

Møðgutúrur er ein túrur fyri møður og døtur. Vit vóru fimm við hesa ferð.
Hesin túrur var upprunaliga keyptur hjá We Travel, tá ið teir so fóru á heysin og tóku pengarnar við sær í dýpi, noyddust vit at keypa nýggjan ferðaseðil.
Vit vóru burtur frá fríggjadegi til mánadag.
Lisa, Frida, Turið, Sólrun
Leygardagin fóru vit busstúr til Auschwitz, Frida hevði bílagt túrin, annars høvdu vit ikki fingið pláss. Túrurin var 7 tímar í alt. Vit høvdu ferðaleiðara á staðnum. Har SKAL man brúka teirra ferðaleiðarar, og bólkurin skal ikki vera størri enn 30 fólk. Alt var sera væl skipað. Tey hava fangaleguna sum ferðamál, men eisini sum ein minningarstað ella kirkjugarð. Vit vóru mint á , at hetta var ein minnisstaður og summa staðni var ikki loyvt at taka myndir. Sera rørandi at vera á staðnum, sum tú hevur hoyrt so nógv um og sæð so nógvar ræðuligar myndir av.



Dupult ravmagnsgirðing.

 "Brickblock".

Nógvir, nógvir blokkar.

 Legan Auschwitz varð løgd sera sentralt í Evropa. Bygdirnar har í kring vóru tømdar fyri fólk, so at "arbeiðið" kundi fara fram ósæð.

Hjálpartól hjá brekaðum.











Vit vóru eisini í Birkenau, tað er bara fimm minuttir at koyra. Birkenau var ein nógv størri lega, og tað var bygt sum útruddingarlega við allari útgerð til at gassa og brenna. Har er tað tokskinnararnir ganga beint inn í leguna, sum ofta sæst í filmum.

Kraców er ein vakur býur. Vit sóu Mariu dómkirkjuna og fóru til Schindlersa verksmiðju, tíverrri sluppu vit ikki inn har, tí alt var uppselt. So vóru vit við ánna Vistula í sólskininum. Tað besta er at sleppa at vera saman við mínum elskaðu gentum.