Aug 30, 2009

Aftur til gongu (fleir myndir í myndasavni)


Í dag var gongufelagið Tórshavn í Vágum. Túrurin var Presttangi-Ravnsfjall-Middagsfjall-Ritubergsnøv-Trælanípan og at enda Bøsdalafossur. Hein aftur gingu vit fram við Leitisvatni. Vit gingu 5 tímar (við pausum). Veðrið var gott gonguveður.















Aug 29, 2009

Við starvsfeløgum í Suðuroy (fleiri myndir í myndasavninum)


Í krambúðini á Tvøroyri



Nykavatn Øravíkarmegin
Útsýni frá í erva oman Hovsmegin



Her eru vitakkurát farin til gongu frá Smyrli





Tingstaðurin í Suðuroy, Uppi Millum Stovur í Øravík


Mads hevur funnið ein velduga stóran sopp, hann er góður at hita á pannuni við róma og smøri.

Aug 27, 2009

Útbúgvingarráðstevna


Men tað var ein laaangur dagur.



Sera áhugaverdur dagur. Vit hoyrdu um evropeiskt samstarv, ES (+ Noreg, Ísland, Turkaland og Sveis) hava samarbeiði í Lifelong Learning Programme, Universitetið í Maastricht bjóðar seg fram við nógvari undirvísing á enskum máli og tey hava lesandi úr allari verðini.


Svøríki hevur eina altjóða skrivstovu, sum samskipar allar umsóknir og játtanir, har arbeiða 70 fólk.


Elisabeth Holm og onnur stóðu fyri ráðstevnuni. Well done!

Aug 25, 2009

Sum gomul kona í inniskóm..


Boysens garður sær ikki út av nógvum á hesi myndini.


Seinasti slóttumaður í Havn....





Aug 23, 2009

Deiligt vikuskifti í Dali


Inga Rósa kom suður ein tripp, og hjálpsom sum altíð fór hon at reinsa takrennuna, har vaks gras. Fleiri myndir eru í myndasavninum, trýst á tað lítla diasshowið.



Komfýrurin í Stórhúsi er ein vøkur sjón.











Aug 21, 2009

Siga Alaini og Eli Sigurð farvæl



Væl kryddað lambstjógv (rosmarin, hvítleyk + olju) í ovninum, grønmeti við ingifer, Cæsarsalat og gott vín og ikki at gloyma ís v/ frukt. Ein herligur døgurði, Alain var høvuðskokkur, hugsi eg. Alda og Pauli komu eisini inn á gólvið.


Aaron hevði fyrsta skúladag í gjár í frískúlanum á Velbastað. Aaron er eisini farin at sparka við HB smápiltum. Eli Sigurð skal byrja í studentaskúla mánadagin (high school), aja teir eru skjótt vaksnir. Alain og Eli Sigurð fara avstað seinnapartin.


Aug 18, 2009

09x í tí kreativa horninum







Hugvísindadagurin var góður, 1.x var dugnaligur, samarbeiðssamur og kreativur. Omanfyri eru skepilsini, sum tey gjørdu burtur úr høsnaneti.



Aug 16, 2009

Aug 14, 2009

Skúlaárið byrjað


Tá ið mann byrjar skúlaárið hósdag, so er vikuskifti beint um hornið.

Í kvøld var eg til kvølddrekka hjá Rósu, grannkonuni. Hon bjóðaði lekra fruktdessert. Rósa er daman vinstrumegin á myndini.

Aug 12, 2009

Eitt ár vakrari og eitt ár klókari














































Í kvøld var aftur høvi at hitta familjuna. Fleiri summargestir eru komnir: Sølvi og Kitty og Leyvoy og Alain og teirra børn, og Hossein er komin ein tripp, hann fylgdistvið Firouz og Sheidu við Norrønu. Turið bjóðaði heimabakaðar bollar og rabarbukaku. Børnini sparkaðu uttanfyri. Og í Eiriksgøtu stóðu mínar smílandi grannkonur.

Aug 11, 2009

Hugnaligt undir Ryggi


Nú hendir okkurt undir Ryggi. Í váta lýveðrinum í dag arbeiddu teir á takinum.

Heim við Atlantic







Vit komu til Kph. úr Brussel kl. 11 fyrrapart. Tá fingu vit at vita, at føroyaflúgvarin, sum skuldi fara 15.00 fór 17.45, so 18.00, so 18.10. Vit fóru so kl. 18.45. Í Kastrup var góð tænasta, har havav tey gjørt eitt "assistance center" til veik og brekað. Har ber til at hvíla seg í friði. Sentrið kundi verið betur útgjørt - er eitt sindur ad hoc, hevur verið til í 1 ár, men absaluttbetri enn einki. Tað er jú strævið at sita í tímavís á café uppi yvir einum kaffikoppi.
Føroyaflogfarið hevði ikki nokk mat til øll, so skiparin bað fólk, sum ikki vóru sooo svong, um at lata onnur, sum vóru gorhungrað fáa matpakkan. Umborð á flogfarinum larmar óluksáliga illa, tað eru ikki vegir til at hoyra, hvat flogskiparin sigur - hvat nú, um tað nú var okkurt týdningarmikið og ikki bara veður og vindur?
Stólarnir verða hildnir saman við tape (sí mynd), vónandi eru motorarnir í betri standi.
Koyristólurin, fótstuðulin, sum var í viðførisrúminum, var brotin, tá ið hann kom út aftur.
Alt í alt: ein rættiliga keðilig uppliving, nú ið ferian endan.
Og eitur tað ikki "in the Faroes" á enskum, hóast danir siga á Føroyum? (mynd)

Men landið er fagurt, sum altíð. (mynd)


Aug 10, 2009

Ferð mín til Belgia






















Vit fóru út at eta saman við foreldrum Michels. Tað var í náttargalaparkini, har er eitt stórt spælipláss, so at børnini kunna spæla, meðan foreldrini sita í frið og eta og práta. Aftaná fóru vit at svimja heima hjá Jean Paul oh Liliane í Edegem. Og so fóru FS og Michel at spæla tennis, tey eru í eini kapping.