Aug 8, 2009

Ferðin til Belgia august 2009 - 7. dagur




Í dag fóru vit út at spáka, tað vil siga Madeleine hevði súkklu , og hon og Emil skiftust um at súkkla, HM hevði koyristól, men eg og FS, vit gingu so. Vit fóru á eitt spælipláss har var ein restaurant, vit fingu okkum vatn, og børnini spældu. Í kvøld eru tey bæði úti, og vit eru inni. Eg segði dreingjunum eina søgu um tveir dreingir , sum fóru í bakkan at fáa sær ein lundapisu, tað gekk ikki alt eftir vild.

No comments:

Post a Comment