Aug 11, 2009

Heim við Atlantic







Vit komu til Kph. úr Brussel kl. 11 fyrrapart. Tá fingu vit at vita, at føroyaflúgvarin, sum skuldi fara 15.00 fór 17.45, so 18.00, so 18.10. Vit fóru so kl. 18.45. Í Kastrup var góð tænasta, har havav tey gjørt eitt "assistance center" til veik og brekað. Har ber til at hvíla seg í friði. Sentrið kundi verið betur útgjørt - er eitt sindur ad hoc, hevur verið til í 1 ár, men absaluttbetri enn einki. Tað er jú strævið at sita í tímavís á café uppi yvir einum kaffikoppi.
Føroyaflogfarið hevði ikki nokk mat til øll, so skiparin bað fólk, sum ikki vóru sooo svong, um at lata onnur, sum vóru gorhungrað fáa matpakkan. Umborð á flogfarinum larmar óluksáliga illa, tað eru ikki vegir til at hoyra, hvat flogskiparin sigur - hvat nú, um tað nú var okkurt týdningarmikið og ikki bara veður og vindur?
Stólarnir verða hildnir saman við tape (sí mynd), vónandi eru motorarnir í betri standi.
Koyristólurin, fótstuðulin, sum var í viðførisrúminum, var brotin, tá ið hann kom út aftur.
Alt í alt: ein rættiliga keðilig uppliving, nú ið ferian endan.
Og eitur tað ikki "in the Faroes" á enskum, hóast danir siga á Føroyum? (mynd)

Men landið er fagurt, sum altíð. (mynd)


1 comment:

  1. Hevði eg verið tann sum sat í stólinum, samansurraðum av gaffa-tape, hevði eg umgangadi rópt "CHECK PLEASE", og so roynt, við allari makt, at komi út har frá!! :) Tit eru djørv!!!

    ReplyDelete