Dec 30, 2016

Keypmannahavn

Eri nakrar dagar í Valby hjá teimum smáu. Ein dag vóru eg og børnini í djóragarðinum, eitt sindur kalt at eta ís.

 DSC06535

DSC06526 

men so sera heitt inni í tropunum, at Kristina fór úr troyggju og jakka, men so bleiv hon eisini køld. Eina løtu á spæliplássi og so yvir í barnazoo at kína geitum.

DSC06532

 DSC06546

Ein dag fóru vit útferð, skovtur, heitt kakao og smákakur við! Vit skuldu fara á nátúrspæliplássið í Valbyparkini. Men tað gekk ikki so væl at finna, vit gingu og gingu, ikki fyrr enn vit høvdu givið upp, drukkið kakao og vent við, funnu vit tað. Tað er eitt stórt flott spælipláss.

DSC06559DSC06563DSC06572DSC06570

Dec 28, 2016

Antwerpen–Hand werfen

Brabobrunnurin stendur mitt a marknaðaarplássinum Grote Markt í Antwerpen við dómkitrkjuna Onze Vrouw. Myndahøggarin Jef Lambeaux (1852−1908) gjørdi standmyndina í 1887. Myndin byggir á søgnina um, hvussu Antwerpen fekk sítt navn og gjørdist tann stóri havnarbýurin.

DSC06469

Ein risi, Druon Antigon, helt til í áarmunnanum á Schelde og kravdi skatt av øllum ferðandi skipum, um tey ikki rindaðu, høgdi hann hondina av teimum. Tann unga hetjan, Silvius Brabo, vann á risanum í bardaga, høgdi hondina av honum og tveitti hava í Schelde, sum sæst á standmyndini. Navnið á býnum er sostatt av: Hand werfen (=kasta hond).

DSC06470

Hvørji jól seta tey eitt parisarahjól upp har á áarbakkanum ella á keikantinum. Tað var høgt, men mól ikki skjótt, fínt útsýni, niður á stóra gøtur, Kirkjuspír, Steinin (gamal skansi, sær út sum eitt ævintýrslott) og Linkerover (=vinstra áarbakka).

DSC06478 - KopiDSC06485 - KopiDSC06486 - KopiDSC06490DSC06491DSC06494 - Kopi

Dec 26, 2016

Jól 2016

 

Tollaksmessudag kókaðu vit rís og smá epli, og vit stoktu eina dunnu, tí at ovnurin er ov lítil til 3 dunnur.

DSC06356

Jólaaftan byrjaðu vit dagin róliga, fóru so at flysa epli, súrepli og røra marinadu til forrættin, píska róma til rísingreytin og ymiskt. Børnini blivu send í brúsu og komu so pø á pø aftur í jólastásinum. Sanniliga hugnaligt at fáast við hesa máltíð, sum ber av øllum máltíðum. Dunnurnar eru tær væl umtóktu cherry valley, tær eru keyptar í Havn og verða stoktar í Reet. Tær høvdu eina góða flogferð, tað sást ikki høgg á føti, tá ið tær vórðu útpakkaðar. FS gjørdi ein forrætt við laksi og avokado og agurk, og einari fantastiskari marinadu við sesamolju, avokadoolju, chili osfr.

DSC06362

Michel fór ein síðsta túr til handils, og so fór hann at seta á borðið, arvastell og arvasilvur, stílurin bleiv retro com mixo, ikki sum hjá navnanum á Frederiksberg, sum nokk hevði fingið ilt fyri hjartað av borðinum Smile

Gestinir komu klokkan fýra, og vit fóru til borðs klokkan seks, vit vóru 12 fólk. Beiggi Michel við børnum og einum dóttursjeiki, mamma Michel og so eg og Bíusa húski.

DSC06372

Máltíðin var “føroysk”, ja høvuðsrætturin og omaná. So FS hevur líkasum sett sín dám á jólaaftan.

DSC06430

The Dupont guys

Áðrenn pakkarokið byrjaði, vórðu nýggjársbrøv lisin, og tað er ein belgiskur siður. Børnini skriva bræv til foreldur og ommur og abbar, nýggjársbræv við ynskjum, tøkk og heilsan. Ein sera vakur siður, sum eg hava sæð øll tey  ár Frida Sofía hevur havt børn.

DSC06374DSC06378

Fyrst las Nathan (8ár) fyri ommu síni og pápa sínum og síðani Madeleine fyri mær og foreldrunum.

DSC06449DSC06450

Eg sendi tær mína hjartaligu nýggjársheilsan,

við einum mussi beint nú á títt allarfittasta snýð!

Seinni vóru pakkar á skránni, og eg sat og gleddi meg at geva FS skinnið, sum eg havi keypt í Dímun, hon, bleiv glað fyri tað, men bilsin bleiv eg, tá ið eg pakkaði mín pakka upp, tað var eitt skinn, ikki úr Dímun, men løgið var tað, at vit góvu hvørjari aðrari eitt skinn. Og fegin var eg eisini, tá ið tað vísti seg, at Michel passar troyggjuna.

DSC06337

Jólatræið framman fyri høvuðsjarnbreytarstøðini í Antwerpen er hátíðarheilsan til Kina, pyntið er hundalond, ella eg haldi sovorðnar kinesiskar lampur, við síðuna av var ein ovurstórur litfagur dreki.

 

Jóladag var mest te, goðgæti og romantiskir filmar.

Dec 22, 2016

Antwerpen upp undir jól

 

DSC06281

Eg kom til Brussel mikudag, og í dag vóru vit ein túr í Antwerpen á jólamarknað. Allastaðni flott pyntað og búðir við jólagávuhugskotum og við mati og drekka. Og mitt á Stóra torginum ér ein ísvøllur. FS og Madeleine fóru at standa á skoytum og so eisini Emil. Ikki so kalt, og sera hugnaligt har við nógvum fólki.

DSC06294DSC06296DSC06304DSC06307

DSC06307

 

Áðrenn vit fóru heim møttu vit Julien og Marie, tey arbeiða bæði har í einum nýggjum restauranthúsi. Tær líkjast, systkinabørnini.

DSC06319

Stuttligt at koyra í TESLUNI, ja tey hava fingið sær ravmagnsbil, so vit fóru á eina løðistøð á veg heim. Sera løgið, eingin motorur, eingi gir, eingin hondbremsa. Ikki eitt ljóð, ja uttan útvarp Føroya, sum hoyrdist sera væl.

DSC06334

Dec 17, 2016

Øðuligur leikur

Viðhvørt fái eg øðu. Sum døgurðamat dámar mær ikki øðu so væl, kanska tí at eg bara loypi hana og veit neyvan, hvar magi og garnar á henni eru.

DSC06225

Men hon er so pen. Og eitt slíkt tyssi av øðu er ein heil verð, hugsi, hvussu nógvar smáar verur munna búgva og liva alt sítt lív á hesi órundu planet.DSC06222

Øðan kann saktans brúkast sum dessertskál, skál til forrætt, ljósastaka, saltkar og mangt annað. Og eg havi brúkt hana sum jólapynt.

DSC06232DSC06234

Henda jóladekoratiónin hevur nakrar øður og so eitt pikkalítið sindur av tí fína granninum.

FB_IMG_1481417769318 Hesin jólamaðurin er í nýbustaðum øðuskóm og niðriundir er jólaabbin – nakað hjólbeintur - eisini farin í skógvar, lítli jólabeiggin hevur sett sínar skógvar millum beinini á abbanum.

DSC06241DSC06242

Øðan er sera væl hóskandi til borðpynt, bæði til jóla og aðrar tíðir.

DSC06272

Dec 15, 2016

Bókastev. Aftaná áðrenn eftir Katrin Ottarsdóttur

Bókin var Aftanááðrenn eftir Katrin Ottarsdóttur. Vit plaga ofta at byrja beinanvegin at tosa um dagsins bók, men í gjárkvøldið snakkaðu vit um alt annað, meðan vit sótu til borðs. Hví tosaðu vit als ikki um bókina? Osla segði, tit vita  hví! Osla hevur ein sovorðnan argandi eggjandi stíl, hon svaraði ikki sjálv hví, men fekk okkum at hugsa umaftur.

DSC06205

Men tá ið prátið kom í gongd, var lívligari prát enn vanligt, allar høvdu okkurt at bera fram. Fleiri hildu, nei hatta var einki serligt, so dapurt, at mann fekk ikki lisið meiri enn nakrar fáar síður. Og hví SKAL morð og sjálvmorð vera í hvørjari søgu. Onkur helt, at søgurnar vór ov nógv um tað sama. Faktiskt mundu vit heilt mist stevið, tí at bókakonurnar vóru so illar. Osla helt, at bókin júst lýsti tað, sum er so ræðuligt, at tað kann ikki lýsast uttan í myndatalu. Og kanska er hon so væl skrivað, at hon rørir okkum og fær okkum úr okkara heitu hugnageil, og tað dámar okkum ikki. Vilja helst ikki konfronterast við hesi ræðuligu familjusambond og hesar ólukkuligu mammuleikir.

DSC06204

 

Sjálv haldi eg, at bókin er væl skrivað, og so er hon rættiliga óhugnalig, ein trillari við realistiskum søgum, sum tó alt í einum fara eina absurda kós. Og savnið er ein góð heild, variasjónir yvir eitt tema. Eitt psykologiskt drama, ein psykologiskur sorgarleikur. Teksturin á bakpermuni lýsir savnið væl.

DSC06212

Seinasta bókastev í hesum ári, gleðilig jól allir bókavinir og aðrir lesarar!

Dec 13, 2016

Nýggjur heimildarfilmur

Vit fóru til Gjáar til frumsýningina av “Gjógv – millum Norðhavið og Skarðið”, sum Hans Petur Hansen og Uni Arge hava gjørt um Gjáarbygd.

Á veg norð sóu vit hetta jólapostkortið í Funningsfirði

DSC06155

Nógv fólk vóru á áskoðaraplássunum í Gjáargarði, teirra millum filmstjørnurnar.

DSC06165

Filmurin er ein lýsing av bygdini í dag, onkur afturlit eru til tíðina, tá ið fleiri hundrað fólk búðu við Gjógv og til hendingar í farnari tíð, men høvuðsdenturin er á nútíðini. Tað ger sjálvsagt eitt nakað tungt huglag, nú ið bygdin er minkað so nógv, men filmurin er ikki sentimentalur, og fólkini í filminum eru bara  realistisk og natúrlig. Sera væl kliptur filmur við fyrr og nú myndum kliptum saman. Og náttúrudýrdin er, sum væntandi var, fantastisk. Ein fínur filmur at leggja upp til kjak um útjaðaran, tí  mangar bygdir í Føroyum eru á líkan hátt staddar sum Gjógv í vanda.

DSC06174 - KopiDSC06178DSC06183 - KopiDSC06184 - Kopi

Aftan á filmssýningina beyð Gjáargarður kaffi, rísalamang, gløgg og holukøkur. Ein deilig løta.

DSC06159DSC06160DSC06168DSC06185

Vit gistu eina nátt, og í morgun fóru vit inn á gólvið hjá Ásdís og Kristjan Jákupi.

DSC06191DSC06192

Á suðurvegnum sóu vit aftur fleiri jólapostkort.

DSC06188DSC06196