Dec 5, 2016

Robert Harris: Pompeji (2003)

Áðrenn eg fór til Rom í november í ár, tosaði eg við mína góðu vinkonu Hanne, sum er eitt slag av Rom serfrøðingi, hon lænti mær ferðabøkur og greinar, og so lænti hon mær hesa bókina.

Bókin er um eldgosið í Vesuv í 79 e. Kr.

Høvuðspersónurin er Attilius, vatnmeistari ella Aquarius. Hann hevur ábyrgd av tí stóru Augustavatnveitingini. Hetta starv hevur verið í hansara familju í fleiri ættarlið og er eitt heiðusstarv og sera ábyrgdartungt. Vit hoyra um ta víðagitnu rómversku vatnveitingina.

DSC05393

Sum Aquarius verður hann fløktur upp í korruptión, brotsverk og eldgos, tá ið hin unga, vakra Corelia biður hann hjálpa, tí at pápi hennara er í ferð við at tveita ein træl fyri ránsfiskarnar, sum revsing fyri, at nakrir fiskar eru deyðir í brunninum. Trælurin sigur, at tað er vatnið, ikki hann, sum hevur dripið fiskarnar.

Pápi Coreliu er beistið í søguni, maktsjúkur, snildur, ómentaður og harðrendur.

Vit fáa eisini innlit í forna, rómverska siðmenning. Í Pompeji er yðjandi lív og luktur. Vit síggja skipaflotan við trælum sum rógvarum.

DSC05490

Tá ið eldgosið er, fylgja vit vísindamanninum Pliniusi yngra, sum skrásetir alt hann sær, meðan eldgosið er, og øll onnur flýggja. Og vit fylgja Aquarius, sum gongur á Vesuv og leitar eftir sínum undangongumanni í starvinum, sum er vorðin dripin, samstundis sum vit vita , at leigudrápsmaður er eftir honum. Náttúrukreftirnar, tá ið Vesuv goysir, eru sera hugtakandi og væl lýstar. Stílurin er  realistiskur og vísir til eina rúgvu av keldum. 

DSC05428

DSC05418

Ein sera spennandi bók við brotsverki, uppkláring, romatikki og nógvum mentanarsøguligum innihaldi.

No comments:

Post a Comment