Her í Albir hava norðmenn reiðrað um seg í so stóran mun, at tú kanst liva alt títt lív og gera øll tíni ørindi og handlar á norskum. Ein norðmaður í den norske bokcafé segði mær, at her eru 5000 norðmenn.
Blaðið Spaniaposten hevur norsk-sponsk tíðindi og lýsir við norskum tænastum, tannlækna, bilaleigu, húsakeypi osfr.
Kinesarar svara tær á norskum, tá ið tú keypir smátingini til ommubørnini. Í kaffibarrini spyrja tey á norskum, um tú vilt hava vaflu afturvið. Nógvir norðmenn eru her 6 mánaðir um árið, 3 fyri jól og 3 eftir jól. So um tú vilt trena títt enska ella títt spanska ella síggja spaniólar, so er Albir kanska ikki staðið, …….ella nú skal eg ikki vera so avgjørd, havi mest gingið og malið í miðbýnum í 9 dagar.
Kamarið er stórt og ljóst. Mítt kamar er renoverað, men summi kømur eru nakað merkt av lukti og manglandi rørarbeiði.
Her eitt vatnland, har børn stuttleika sær, fínt stað til familjuferiu.
Maturin er góður, neutralur, so at øll fáa etið hann. Nógv frukt og grønt. Tríggjar ferðir um dagin, stór buffet.
Sólorkuútferðir . Fleiri útferðir vóru í boði, og tað ber eisini til at fara sína egnu leið. Saknaði kanska at vit fingu nærri at vita um møguleikarnar í Albir sjálvum, listasavnið Frax fundacio og Villa Romana t.d. Vit fóru á ferðamannaskrivstovuna leygardagin, men hon var stongd. Seinni fóru vit aftur og fingu eitt kort at ganga eftir. Eitt slíkt ókeypis kort kundi verið hent tann fyrsta dagin.
Vaglið og Klubbin. Tróndur og Unn hava havt nakrar tematúrar. Okkara túrur er fyri pensionistar, harmonikutúrur við Accordinistas de las Islas Feroe . Átta eldri harrar hava spælt bæði sum konsert, felagssang og til dans fleiri ferðir. Temað hevur verið merkt nógv av nostalgi, frem fra glemslen…..Hvørt kvøld kl. 18 er fundur og undirhald á Vaglinum, og seinni verður farið í klubban, sum er uttan fyri har hotellbarrin er. Sera gott at vita sær, at har fær mann fatur á fólki og fær upplýsingar og dagføringar.
Okkurt fyri øll. Ikki ølll hava somu áhugamál og ynski, men henda ferðin hevur okkurt fyri øll. Og mann fær nógv fyri pengarnar.
Í gjárkvøldið vóru vit á eini Michelin matstovu í Altea. Hetta er útsýni av kirkjutorginum í Altea, bygningarnir í fjarleika er Benidorm.
No comments:
Post a Comment