Nov 10, 2024

Ikki eitt orð um pengar í sjónleikarhúsinum

 Eg hevði boðið smágentunum við til sjónleik, hugsaði, at ein slíkur skemtileikur mátti vera nakað fyri tær. Og tað var rætt. Tær hildu hann var góður. Og Kristina tók fleiri av teimum stuttligu replikkunum uppaftur í bilinum á heimleið.

Skemtileikurin er ein gamal enskur. Hann er komin til Føroya via Ísland og á pall í sjónleikarhúsinum via senior bólkin. MÁF hevur fingið Valgeir Skagfjord til Føroya at vera leikstjóri, og hann hevur dugað væl at stýra áhugaleikarunum. Seniorbólkurin hevur lisið og lagað til, m.a. var spurningurin um, hvar og nær henda søga skal fara fram. Nú ið hann verður vístur er eingin ivi, hendingar fara fram í Havn í 50-60 unum. Árni-øl keypir tannkrem í Sápuhúsinum, og Bina fer til handils hjá Halldór. Tann yngra kvinnan Bergtóra er í so flottum hotpants og seinni í "lårkort".  

Tær gomlu systrarnar spæla sín leiklut, sum er so tjúkt smurdur við spei, sera væl. So ósekar og fittar,ella eru tær útspekuleraðar?  Sera fínt, tá ið tær snara øllum, so at Niels stendur við svartaperi. Seniorbólkurin kann vera errin av Oddvá og Karin.

Eitt eyka poeng er, at politisturin er ein, sum vit kenna úr sjónvarpinum. Nú má eg ikki siga meira, til øll hava sæð leikin. Fær mítt besta viðmæli, frálíkt at síggja okkurt stuttligt nú ið heystmyrkrið kemur.





1 comment:

  1. Stór styrki at vit kenna lokalu støðini, t.d. onkur kvinnuringur í Miðvági eigur at fáa økonomiskan styrk , ja, og so eisini Haldor

    ReplyDelete