Hallgrímskirkjan er stór og sera , serta einføld, næstan spartansk – ljóst betong mest, prædikustólur og altar eru úr ljósum viði. Útsýnið úr torninum er heilt ótrúligt, ein sólskinsdag. Slíkan útsýnispall skuldu vit havt ovast á vesturkirkjuni. Hví eita forrestin kirkjurnar í Føroyum einki ? Tær verða bara nevndar eftir staðnum tær eru. Ja, sjálvandi undantikið hana sum eitur eftir einum donskum kongi, og so kirkjan hjá Fríðriki prósti, sum summi halda eitur eftir einum øðrum donskum kongi. Kanska Havnar kirkja og Kollafjarðar kirkja eru fult so góð nøvn.
Aftaná sá eg, at aðrir føroyingar vóru eisini staddir í kirkjuni, tvey eg prátaði við søgdu, at ja í Ebenezer er Friðrik Friðriksson kendur. Kaffimunnur var aftaná.
Vit vóru á súkklu, so vit fóru ein deiligan súkklutúr aftanáaftur.
No comments:
Post a Comment