er ein deiligur býur, serliga í góðum veðri. Í vindi er rættiliga nógvur gjóstur, har er so opið, og havið er so nær við. Ofta um tú hyggur oman ígjøgnum eina gøtu, so sært tú út á hav. Ja, hetta er sjálvandi har á leið, sum eg gangi. Í býarpartinum hjá Ingu Rósu. Hon hevur øll árini búð líkasum í sama býarparti. ógvuliga opið og vindsamt er eisini rundan um Tjørnina. Men ein litfagur býur við flottum bygningum inn í millum.
Reykvíkingar elska rukkublikk, tey kalla tað bárujarn. Tá ið eg var barn, var nógv rukkublikk í Havn, men so tók hann sjálvur við havnarmenn, nú skuldi alt jarn uttan av húsunum og viður upp í staðin, so nú sæst ikki eitt erligt rukkublikkhús. Nøkur eru við hinum blikkinum, sum var breiðir aldudalir og elalítlar aldur. Í Reykjavík, taka tey eisini jarnið burtur, men klæða so aftur við rukkublikki og mála í alskyns litum.
Eitt væl ílatið træ á Laugarvegnum
Í Hørpu
Marglætisíbúðir fram við sjónum, so mikið frá alfaraveg, at tey fáa sólað sær í frið.
Ein gjørd baðistrond, út í móti Nauthóltsvík. Tey hava lagt eina dyngju av góðum sandi og spræna so heitt vatn á sjógv, herligt hjá børnum. Og so eru heitir pottar eisini.
Ein skemtingarsom sál hevur sett eina stuttliga plátu her, sum speiska viðmerking til allar tær hendingar og persónar vit altíð skula hátíðarhalda. Á plátuni stendur: Staður. Her hendi einki petti (Hér hefur ekkert gerst).
No comments:
Post a Comment