Tá ið eg onkuntíð bjóðaði Hans Mariusi salat, plagdi hann at siga “græs og alle grønne urter er forbeholdt dyrene”, hann segði tað á donskum fyri at undirstrika, hvussu álvarsligt sitatið var…bíbilsligt. Tað kom eg í taknar um, tá ið systir segði, at nú skuldu vit fáa okkum ein grønan snaps, tað var so óalmindiliga sunt. Vit settu okkum á barrstólar í heilsubúðini í Kringluni, og tann unga konan fór at mala gras í eini saftakvørn. Eg sigi tær: tað sá út sum gras, tað luktaði sum gras, og tað smakkaði sum gras..tað vil siga illa. Systir segði, uuhhhm luktar tú ikki, hvussu sunt tað er, nei eg haldi, at seyður eigur at hava sítt gras í frið. Men so fingu vit okkum appelsindjús og gularótadjús. Og tað smakkaði væl. Eg haldi íslendingar ella reykvíkingar eru rættiliga frammalaga, tá ið tað kemur til heilsukost, grøna bylgju, eta seg frískan og so framvegis. Fleiri grønar kaffistovur og matstøð eru, og teir hava nógvar íslendskar heilsuvørur, smyrsl við íslendskum urtum og slíkt.
No comments:
Post a Comment