Tá ið eg var barn, vistu vit einki um nakran mammudag, ei heldur var mammudagur hildin víða um, tá ið eg sjálv hevði smá børn, men nú ið ommualdurin er komin, nú er mammudagurin líka so týdningarmikil sum jóladagur, næstan. Turið og Hallur høvdu biðið borð í Áarstovu í gjárkvøldið, og tað var ein deiligur døgurði. Vit koyrdu standsmessiga oman í tí spildurnýggja bilinum hjá Magnusi, og so sótu vit 4 har og hugnaðu okkum í einar tveir tímar. Og nú í morgun, nú kom Herbert við einum sóljutyssi og Magna við eini gávu, sum var ein troyggja. So eg eri sanniliga forkelað.
Mamma mín (1908-1975) fekk ikki nógvar mammudagsheilsanir, ei heldur vermamma mín (1912-1998), men vit senda í dag nakrar tankar til teirra eisini, mammur at 10 børnum tilsamans. Eg hoyrdi “Mamma mín” hjá Áslaki á FB í áðni, mær dámar ikki sangin nakað serligt, hann er sentimentalur, og hann úttalar r’ið í barndómsdagar, men so kortini: “aftur koma barndómsdagar ei”, og minnini, sum hann syngur um, tað er so satt so satt. Nógv at takka fyri, at mann hevur góð minni og ikki ræðulig, kryplandi minni, sum kanska summi.
Tá ið eg kom upp, sá borðið soleiðis út, og eingiun var inni…
Men so hom skattur mín Herbert við einum sóljutyssi
Hesin serligi perluhattur, er evnaðu til í bakarovninum. Hugnaligt at síggja tey úr Brøttulíð.
No comments:
Post a Comment