Framløga í NLH í kvøld. Fantastiskar sjónir og dreymar! Tað má eg siga, øll 8 hugskotini vóru góð. Heðin var har, onnur í býráðnum vóru eisini, kanska tey taka tað til sín…!!! Tað besta hugskotið, haldi eg, er at lata Havnará upp, tað hevði verið super at kunnað havt ánna rennandi gjøgnum býin. Arkitektarnir, sum Gunnar Hoydal hevði sum ‘ung eygu’ at hjálpa sær vóru ein donsk, sum eitur Mette og er býarplanleggjari og Ósmundur, sum hevur verið við til at tekna og byggja Hørpu. Flott at síggja teir tríggjar ásirnar, sum tey hugsa sær í býnum: náttúruásin, vitanarásin og mentanarásin. Býarrúm og flatur, sum eru gjørd til menniskju og samskifti. At síggja myndirnar, tey høvdu tikið av núverandi býarrúmum í Havn, tað var beinleiðis pínligt! So deytt og bilafikserað vit eru. Alt optimerað til bilar, sum tey tóku til. Vaglið reduserað til ferðslurás. Mylnugøta ein gjógv, sum bilar trokað seg ígjøgnum og fólkini í eini aðrari gjógv við síðuna av.
Stuttligt var at NLH var kjokkfult í kvøld, tann stóri salurin, teir máttu seta eyka stólar fram.
No comments:
Post a Comment