Hevði tú viljað livað í 1850 ? Tá var brúðardansurin ordiligur. Prestur dansaði í fullum ornati. Menninir fóru úr húgvuni. Øll fylgdu við gongdini í vísuni, fylgdu Eleazari allan vegin til Mesopotamia og heimaftur við Rebekku á kamelinum, aftanfyri seg? Ella á einum kameli sjálv við damusaðli? Tíggju kamelar hevði hann við sær og gávur bæði til Rebekku og foreldur hennara. Og brúðarparið tey eru so trygg har í ringinum, glað at eisini hesin parturin av vígsluni gongur væl. Vildu tey líkjast Rebekku og Ísaki? Ísakur hevði ongantíð sæð hana, og so var hon festarmoy hansara. Brúðarvísan er sum ein sálmur, sálmar eru ofta bíbliusøga í yrkingaformi, so tá ið tey vóru gift í kirkjuni, sungu tey ein langan sálm í dansinum, jú eg dugi væk at síggja, at brúðardansurin er framhald av vígsluni, sum Jóhan Pauli Joensen sigur í síni greinagerð ‘I ærlige brudefolk’.
Stuttligt fyribrigdi ein brúðarvísa, hvat skal hon vera um anno 2012? Eg hugsi, kann hon vera meiri freudiansk? ella menningarsálarfrøðilig?
Herbert kom seint heim úr barnagarðinum í dag, har hevði verið foreldrahugni, og tey høvdu fingið pylsur og annað gott. Hann var øgiliga móður, prus á fingrinum og ein orm á kjálkanum. Deiligi drongurin.
No comments:
Post a Comment