Herbert var eitt sindur avindsjúkur í morgun, at Magna fekk hárspenni og hann ikki. Omma royndi at vera pedagogisk: hatta er bara til gentur…og kanska onkrar dreingir (legði eg afturat fyri ikki at vera so kynsfasistisk)…..tá var Herbert so kvikur at svar: ja…..til mín! Men hann fór ikki í barnagarð við hárspenni.
Og Herbert hevur bygt ein klangan bil, sum hann arbeiddi leingi uppá,tí hann hevði hug at brotna av um miðjuna. Men hygg nú!
No comments:
Post a Comment