Jun 14, 2012

Próvtøka á Føroya læraraskúla

Havi verið próvdómari hjá 2.L tveir dagar. Næmingarnir hava skrivað eina bókmentauppgávu, gjørt eina undirvísingarætlan – lærarahefti og næmingahefti. Frálíkt arbeiði hjá teimum. Bókmentaverk sum Divina Comedia, Skuggabaldur, Hildegard og høvundar sum Stephen King og Martin Andersen Nexø og  ikki at gloyma kvæði. Sera fjølbroytt úrval.
Rebekka og Eydis høvdu skrivað um  “Liget i skoven” eftir Stephen King, munnliga framløgan var um tað ævisøguliga aspektið av skaldsøguni og um bókina/filmin Carrie.001
Heri Olsen og Magnus Mørkøre Johannesen  høvdu viðgjørt Dantesa guddómligu komediu og framløgan var um gudsfatan hjá Thomas Acquinas og høviskan kærleika.002
Framløgan hjá Henriettu A Jacobsen var um føroysk náttúrukvæði við denti á alheimsfatan - kosmologi, teologi og antropologi, sum rúmar himmalskum, jarðiskum og niðanjarðiskum verum.003
Hanna kann saktans vera glað um sínar næmingar.005
Framløgan hjá Kenneth Nygaard kallaðist “Hvør er yndisblóma plantufrøðingsins”. Hanna og eg fingu hvør sína hagasólju. Plantufrøðingurin er Fríðrikur í Skuggabalduri, og hagasóljan er Abba, og Hálvdan er eisini ein hagasólja. Framløgan var um “hagasóljubørn”, um at tey hava brúk fyri fólki, medmenniskjum at spegla sær í til at kunna mennast og læra og hava sjálvsálit. Sera áhugaverd framløga.
006
og til næmingaheftið var ein faldari á føroyskum og donskum við greinigarhugtøkunum uppsettum við litføgrum tekningum og symbolum. Akkurát slíkt, sum næmingar hava brúk fyri.
007
008

No comments:

Post a Comment