Jun 3, 2012

Rósa í Ljósá

Endiliga fekk eg upp í lag (fekk "belag" skrivaði ein næmingur einaferð) at fara at vitja Rose og síggja hennara nýggju hús í Ljósá. Vit eru grannar í Havn. Herbert og eg fóru eftir oyggj í góðveðrinum í dag. Hann helt ikki longur enn til Kollafjarðar, so sovnaði hann. Eg havi heilt gloymt alla landalæruna, síðani bergholið við Norðskála kom og landsvegurin omanfyri bygdirnar har við Sundalagið, so at leiðin ikki gongur framvið har longur. At Ljósá var so langt norðuri, tað hevði eg heilt gloymt. Næstan norði á Eiði. Bæði Rose og Pauli vóru inni og bæði blíð og týð, so tað var fínt. Húsini liggja so vakurt við útsýni út á sundið.
002

004

005

Tá i ð vit komu suður fór Herbert at baka pylsubreyð saman við mammu síni.
006009010

No comments:

Post a Comment