Jun 2, 2012

Temadagur um brúðarvísur

009
Sláið ring skipaði fyri temadegi, Jónleif Johannesen nevndarlimur stílaði fyri. Tað var stuttligt at skifta orð um eitt slíkt evni við fólk, sum hava áhuga fyri júst hesum. Vit hoyrdu nøkur upplegg, men mest var prát og meiningar um eina møguliga framtíðar brúðarvísu. Vit høvdu nøkur uppskot til nýggja brúðarvísu at lesa og gera viðmerkingar til. Vit tosaðu nógv um, um ella hvussu tætt ein vísa skal vera knytt at einum kristiligum boðskapi ella einum bíbilskum boðskapi. Uppskotini eru rættiliga ólík, summi siga eina (bíbliu)søgu, meðan onnur er meiri lyrisk. Fann hesa vísu í Føringatíðindi 19.11.1896, eitt sindur sjáldsamt, at Freya er nevnd, men einki bíbliuorð.

Brúdleypsvísa
Lag: Gubben Noha
  Freya fróða
 Freya fróða
 Valhals stjødna var,
 Asar úr at stríða
 fegnir kundu ríða,
 tí teir vistu,
 tí teir vistu:
 Frúgvin hugdi at

Vívið væna
vívið væna
heimsins stjødna er.
Kødlum út at kappast
enn so væl man happast,
tí teir vita
tí teir vita
kvinnueygað sær.

Mansins sinir
mansins sinir
heiman fara títt.
Ofta vítt teir fara,
síggja mangt og læra.
Hugin dregur
hugin dregur
tó til egið heim.

Brúður brúðgóm!
Brúður brúðgóm!
sum nú sita her.
Brúdleypsgestir siga:
“Nú vær viljum biðja:
Lukkan filgi
lukkan filgi
tikkum inn í heim!”
Joen Poulsen
012
006

No comments:

Post a Comment