Jun 9, 2012

Bananboðskapur á Áarvegnum

Eg havi verið á skrivstovuni hjá forstjóranum á Tryggingini. Hann hevur gott útsýni, má sigast, og møblarnir eru megaflottir. Og Tryggingin eigur meiri enn 150 listarverk, segði Kinna, sum vísti okkum nøkur av teimum. OK tað er gott, at tey keypa føroyska list, og tað er eisini gott, at starvsfólkið hevur tað gott, men kundu gjøldini ikki verið lækkað bara eitt lítið vet, tá ið fyritøkan nú er so rík? Ella spyrji eg nú ordiliga býtt? Kanska.
9. juni 12 057
9. juni 12 058
9. juni 12 063
Annars byrjaðu eg og Herbert mentanarnáttina seinnapartin, vit vóru í Havnar kirkju og hugdu at, hvussu knarvarnir á hurðunum virka.9. juni 12 038
Á veg gjøgnum býin hoyrdi eg sang á Vaglinum, fekk banan frá Amnesty og hoyrdi horntónleik í tinghúsgarðinum. Frelsunarherurin legði mær eina við at halda meg rúsfría 9. juni, og tað ætli eg mær at royna. 9. juni 12 044
9. juni 12 047
9. juni 12 066
9. juni 12 067
Eftir listatúrin á Kongabrúnni var eg í Tutli og dansaði og síðani í Havnar kirkju, og tað var eitt stórt upplivilsi. Tarira syngur so flott og proff. Anna hevur keypt nýggja telefon, hon tók eina mynd av mær og Jette í kirkjuni og smekkaði hana á FB beinanvegin.
524882_3768242938533_1138945549_n

No comments:

Post a Comment