Jun 24, 2012

Mótvindur stinkar!

Fóru vit so vóngóðar við súkklunum í bilinum, ætlanin var at súkkla norðureftir. Vit settu bilin við Sjógv í Kollafirði og løgdu til brots, so skjótt sum vit komu á landsvegin fingu vit vindin beint í síggjandi eygað! So vit útsettu Saksunartúrin Smiley Fóru í staðin ein súkklutúr til Signabøar, har hava vit heldur ikki verið nakrantíð, so tað var spennandi. Nú er so spurningurin, hvussu tað sær út á Gotlandi, um tað er nógvur vindur also mótvindur á Gotlandi, tí undanvindi hava vit ‘sum so’ einki ímóti Smiley. Um dagsleiðirnar eru sum Saksunartúrar, so…..hatta fáa vit bara at síggja! No worries!

001

007

009

011

013

No comments:

Post a Comment