Nov 30, 2012

Ferðabloggur 2 – 30.11

Fór til gongu til arbeiðis í morgun, tað kendist eitt lítið sindur úr honum, og tað var kavi. Aarhus universitet er flott, spurdi meg fyri í einum lesisali, deilig arbeiðspláss til studentarnar, ljóst og útlán av uppgávum og spesialum. Ráðstevnan er í Studenternes hus. Havi hoyrt 8 fyrilestrar í dag, onkrir vóru góðir , aðrir minni góðir . Tað vil so vera.


IMG_2302
Myndin er av Justin Edwards, sum Vónbjørt hevur havt til lærara. Hann tosaði um ‘Travel writing. Serliga um eina Jane Moragh úr Wales, sum hevur skrivað um sínar ferðir í Kanada.
Best dámdi mær Stuart Ward, hann er australari, men arbeiðir í Keypmannahavn, hann er m.a. forstandari á regensen, og hann fortaldi mær, at á regensen hátíðarhalda tey 25. apríl, tí at merkið varð til har. Fyrilesturin hjá honum æt: 'Identity and other Afflictions: Australlia and Canada at Empire's End'. Hann hevði granskað terminologi viðvíkjandi landanna identiteti. Granskingin bygdi mest á bókarheiti, nær varð identity fyrstu ferð nýtt sum yvirskrift um eitt lands samleika. Tosaði eisini rættiliga skemtandi.
Í kvøld var so jólaborðhald við øllum góðum.

Nov 29, 2012

Ferðabloggur 29. nov

Klokkan 6.30 í morgun stóð konan í Eiriksgøtu ferðabúgvin við retrokuffertinum, frem fra glemslen segði onkur. Flogfarið var æstan fult, gott lag Elma og døturnar fóru dámutúr, onkur fer at sjoppa, og onkur fer á messu ella skeið. Tað var ótrúliga vakurt at fara á flog, ein ordilig ´last paradise on earth ' mynd
 IMG_2258 IMG_2267 IMG_2268 IMG_2276
Í Kastrup sá eg Símun og Súsan , tey eru á veg til Suðurafrika. Kl. 16.40 kom eg á støðina í Aarhus, og har var Tórður ímóti mær, eisini Eva er vikuskiftistúr í Aarhus, so vit høvdu ein familjudrekkamunn á eini café beint har. Síðani spákaði eg eftir strikinum í Aarhus, tók ein taksa og segði Cabinn, men tá bleiv sjaførurin eitt sindur gronutur, tí Cabinn var beint har, so eg mátti bara fáa retro aftur, og hann fekk ongan túr.
IMG_2281 IMG_2294IMG_2283 IMG_2284 IMG_2290 IMG_2293
Hotellið er so beint við sjónleikarhúsið, so tað var tveir minuttir at ganga til Frankenstein. Flott uppseting, pallurin var í fleiri løgum eitt nettjald var framman fyri, sum tað sást ígjøgnum, samstundis sum filmur á stórskíggja var á netinum. Filmur var eisini nýttur til baktjald, og so var filmur nýttur til at vísa staklutir, sum tú ikki fært víst í eini sýning vi  fleiri hundrað áskoðarum, t.d. var víst á stórskíggja, at "flogvitið" seymaði ódjórið saman, also líkið :b leik húð, reytt kjøt og ein bogin nál og tong, rættiliga flott. Eisini ein ógvusligur eldsbruni, sum ódjórið hevur kveikt, verður vístur á stórskíggja, og ikki at gloyma tvíburðatemað ella samleikatemað varð undirstrikað við andlitsmyndum av Frankenstein og skapninginum, sum gingu hvør yvir í aðra og runnu saman. Annars var leikurin realistiskur, fyri so vítt, sum tað kann sigast um Frankenstein, Fullur salur av ungdómi, nógvir skúlaflokkar við lærarum vóru og hugdu.

Nov 28, 2012

Ókeypis orð um orð

Lýsingarbløð eru í mangar mátar ein argandi, øsandi, órógvandi partur av gerandisdegnum. Fyrst koma tey sleingjandi óbiðin í postkassan, dungar av óviðkomandi pappíri, í øðrum lagi eru summi teirra so illa týdd úr donskum, at vøran fær eitt ó-viðmæli heldur enn eitt viðmæli, sum ætlanin var.

005

INSPIRATIÓN til henda blogg havi eg fingið úr hesi lýsing. Eg hugsaði, hvat í víðu verð meina tey? Umfarast, umfarsjúka. Netið! Gitin gáta : “Gaver du aldrig går fejl af!”  Ein himmalrópandi týðaravilla, orðafelli ella máliskur (idiom) lata seg ikki týða beinleiðis. Ella, kann mann umfarast eina gávu?  … Í sama blað nýta tey legging á eitt nú bylgjujarni, nú hevði eg akkurát vant meg við at leggings er gamasjubuksur, men tey meina tað danska orðið “belægning”.

Orðið snið/sniðikon verður sera nógv brúkt í hesum príslistanum, og eisini orðið at sniða, sum verður brúkt margháttliga her: Alfredo hevur vunnið fleiri sniðprísir og er vakurt og funktionelt snið, ið sniðar gerandisdagin væl? Say what??  Tann danska orðingin er  “sætter god stil på hverdagen”.

Og hóast tey stríðast við hetta snið/sniða, so stendur kortini: Design gávur (s. 4) . Nei tað er ikki lætt tað heila!

Nov 26, 2012

MÁNADAGUR–26.11.12

80,0 Trist smileyTrist smiley

Einki stuttligt. Og so hugsi eg, hvat hava eg nú gjørt, men eg havi einki gjørt, jú forrestin, ikki vigað, bara mett umleið 30 gr. av breyðu, umleið 200 gr, av grønum, mann kann for ólukkan ikki altíð hava vektina hjá sær – ella hvat? Skal niður komandi vikuskifti, tá verður kanska skrædl.

Kanska tað er tí, ov nógv mett – men ikki ov mett. Og ja, hesa vikuna fari eg at eta sviskur Smiley

007

Nov 22, 2012

Jólapynt í november



Tað er freistandi at byrja so smátt at hugsa um jól. Var í bindicafé á býarbókasavninum, bundnar jólakúlur, haldi tað er nokso jólaligt, um tú bindur við gulltráð ella silvur, morreytt við føroyskum mynstri er pent, men ikki jólaligt. Og Turið hevur verið í 3 x 2. Herbert hevur stungið pyntið í urtapottar.







 
 

Nov 19, 2012

Jólaborðhald í Reyða krossi

Ja, gott at vera í góðari tíð, og Marin og Eyrith - samskiparar í Reyða krossi, eru hvørt ár í góðari tí. Í kvøld hittust vitjunarvinir í Reyða krossi í Mettustovu til ein góðan døgurða. Lambskjøt, epli í ovni, sós og eitt deiligt salat, omaná var rísalamang við mandlugávu. Vit hava verið á Bryggjubakka hini árini, men Mettustova er so nógv hugnaligari høli, tíverri var nakað kalt inni. Eyrith las fyri okkum um húsins søgu, og vit fingu hvør sín bókling um vitjunartænastuna í Danmark, sum er fyrimyndin til ta føroysku.
 
 
 


Vit vóru bara konufólk, tó eru eisini menn vitjunarvinir í Reyða krossi. Tað vóru heldur ikki bara havnarfólk, onkur úr Nólsoy og onkur av Skálafjørðinum. Á myndunum eru Eyrith Leyni, Kára og Kristianna, sum nokk er tann yngsta. 

Mánamorgun 19/11-12–jippijey, síggi sjey!

image

79,8 kg, og sjeytal í eygsjón! Konan er glað! Næstan 10 kg. og næstan 10 eftir Smiley

Troyggjan er bundin eftir peruvianskum mynstri hjá Marianne Isager, hon var heil í uppskriftini, men eg havi klipt hana upp, nú skal eg bara seta rennilás/nappar/lissur´ella  hektir , hvat man vera frægast? Buksurnar eru av eini hill, sum er til klæðir í 70unum (kg ikki ár).

003

Nov 17, 2012

Simona farin í tann aldurin...

So deilig hús, sum Tina nú hevur leigað, gott útsýni og pen gólv. Og Baltasar dugir at ganga, og Djóni dugir at spæla trompet við hondini á mammu síni.
Systkinabørn og javnaldrar
 
 
Baltasar í buksum úr Amerika
 
 
Djóni

Nov 16, 2012

Mín gávuríka vinkona og skyldkona


373131_433907616658112_2097318657_n[1]
Durita Dam hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, mær dámar serstakliga væl hatta grøna aldubrotið, sum Durita sigur er eitt helli, forbankað flott. Ragnhild – sum í løtuni spælir í Norðurlandahúsinum, er eisini við á framsýningini við smúkkum og tekningum.
 

Nov 13, 2012

Jens Pauli Heinesen 80 ár

Jens Pauli Heinesen (1932-2011) hevur uppiborið ein slíkan heiður og eina slíka hátíðarløtu, sum var í Norðurlandahúsinum í kvøld. Skráin var sera fjølbroytt, og hvørt tiltak á skránni var passaliga stutt, so at tað var ferð yvir kvøldinum.


Tað stuttligasta var valfundurin úr Krabbaurð hjá Bárði og Hansi, teir eru sanniliga góðir leikarar, spældu eina røð av persónum – og tað úr øllum flokkum. So sera aktuelt nú ið valaftan er. Eg sá beint yvir á mentamálaráðharran, sum sat og flenti í kíki. Nógvar av kúlunum úr tí klassisku byrsuni hjá JPH vóru annars sum stoyptar til hansara, t.d. fíltist onkur í Krabbaurð á, at rithøvundar nú skula hava løn fyri at skriva, og tey skula hava stuðul at syngja. Og sambandsmaðurin í Krabbaurð helt, at vit hava nú alt, sum vit hava brúk fyri, vit hava nóg mikið av sangum at syngja, og kongur er okkara tunnil og okkara brýr. Jú, hann kundi vera spískur, Jens Pauli.

 

Tað mest rørandi var yrkingin ‘Hvat vilt tú?’, sum var upplestur, tónleikur og dansur.

Sangurin hjá Tariru var eisini serstakliga góður, og forkunnugt at hoyra nýggj løg.

Ikki bara kvøldseta var á skránni,. men eisini framsýning av lutum, myndum og handritum, og filmurin hjá Gullu varð vístur.

Tann prentaða skráin er eisini sera flott og gjøgnumførd.

Flott Elin og hini, gott og virðingarfult arbeiði!

Nov 11, 2012

Ítróttarhøll á Sandi

 
 

Vit vóru tríggjar, sum fylgdust úr Dali. Skráin sá ordiliga góð út, men tíverri var okkurt avlýst, og okkurt var ikki so gott, sum ein vónaði. Tað vóru fyrst og fremst kreftir í Sandoynni, sum vóru á pallinum. Serstakliga stuttligt var at síggja flogbóltsdystin, eisini fínt at hoyra harmonikuliðið.


Bara spell, at tey, sum varðaðu av smábørnum ikki dugdu at fáa tey at vera still bara eina lítla løtu. At hava børnini rennandi og spælandi við bóltar ímillum áskoðarar og pall var serstakliga óheppið. Borðreiðingin var sera leskiligt breyð afturvið drekka, væl greitt úr hondum.

Nov 9, 2012

SJÓN: SKUGGABALDUR

  9. nov 12 040 Eitt fólkaævintýr Handlingin er um eina revajakt, Baldur Skuggason er á, blandað saman við lívinum hjá Fríðriki Fríðrikssyni og Hafdís, nevnd Abba. 2. og 3. partur viðgera lívið hjá Urta-Fríðriki, sum hevur verið í DK og lisið botanikk og annað. Tá hann kemur aftur til Íslands í 1868, sær hann Abbu, ið er funnin í einum burturgingnum skipi skipi. Hon er kloddut, illa at holdi komin, hevur allarhelst verið misbrúkt av manningini, hon er upp á vegin, fær eitt barn, ið hon allarhelst hevur tikið lívið av, og verður tí sett í fangahol. Hann tekur hana í tænastu hjá sær, har tey liva í sátt og semju. Hon hevur Downs syndrom, einki veruligt mál, men hevur helst skil fyri fuglum. Hon kemur við í kirkju, har tað er góðtikið, at hon situr og messar fram fyri seg alla tíðina. Men tá nýggjur prestur kemur, nevndur Baldur Skuggason, vísir hann hana burtur, natin og sjálvglaður sum hann er. Seinni kemur fram, at Abba er dóttir Baldur Skuggason, hann hevur selt hana 12 ára gamla. Abba doyr, og unnusti hennara, Hálvdan, ' býttlingurin hjá Balduri presti’, kemur eftir henni – kvilloníkinum, sum hann sigur, tá ið hann skal siga kvinnulíkinum. Fríðrikur vil ikki lata prest jarða Abbu og vísir honum sína andstygd við at senda eina kistu fulla av lorti við Hálvandi. Samstundis lokkar hann Skuggabaldur út eftir eini revatík, eg skilji ikki heilt hvat meinast við hana, men tað skal skiljast sum ein hevnd av onkrum slag.

   Sjálvur jarðar Fríðrikur Abbu á einum vøkrum stað, hon kemur í kistu, hon hevur havt við sær, verður klødd í stásklæði, hon hevur keypt fyri pengar, hon hevur tjenað á garðinum, ein vøkur mynd, ið vísir hansara kenslur fyri henni. Á kistubotninum stendur á latíni: Omnia mutantur- nihil interit ið merkir: alt broytist – einki hvørvur. Revajaktin heldur fram. Bókin er ein blanding av søgu og surrealismu, revajaktin er partvíst søgd sum poesi skrivað í prosa, partvís fantasiur,, handlingin hoppar aftur og fram, Baldur Skuggason verður eisini nevndur Skugga baldur, ið er ein ævintýrvera, kryssning millum rev og hund ella kettu, og gevur tað meining í ævintýrkenda dáminum og skapar meining í yrkingini, alt broytist – einki hvørvur. Einki mark er millum lív og deyða, millum mann og djór.  (Skrivað hevur Brynhild Danielsen. Novemberbókastev hjá Marjun í Hvalvík)














Nov 7, 2012

Vitanarbýti í Hoydølum

Vit høvdu ein serligan námsfrøðidag í dag. Ikki færri enn átjan framløgur vóru á 25. min. Tríggjar framløgur vóru á skránni í senn. Tað var væl fyriskipað. Eg hoyrdi um eitt samstarv millum føroyskt, søgu og tónleik um temað ‘tjóðskapartíðin’. Sera áhugavert, og altíð aktuelt. Tey høvdu flættað fakini væl saman, og høvdu sang og fólkafund á skránni, fólkafund við næmingarøðum. HUgsanin var at nýta gamla fólkafundarsiðin, men hava hann meiri nýmótans kortini. Tað vóru Randi, Herleif og Zacharias, sum høvdu stungið høvdini saman.
vitanarbýti 007
Og síðani sá og hoyrdi eg Mariannu, sum saman við Sigrun og Hanus Kapilin hevði sett eina tvørfakliga tilgongd saman. Sera flott PP framløga við ljóðleinkjum og tekstleinkjum og myndaleinkjum. Av tí at okkara skúli á hvørjum ári savnar pening inn til ein skúla í Bolivia, er tað rættiliga upplagt, at vit seta okkum nakað inn í viðurskiftini har.
vitanarbýti 022
Annika og Birgit høvdu funnið upp á spøl at spæla í flokkinum til tess at lætta um innlæringina, og vit sluppu at royna henda undirvísingarhátt á egnum kroppi.
vitanarbýti 010vitanarbýti 014
Randi legði fram eina verkætlan, sum er í Hoyvík í samstarvi við fornminnissavnið. Tað er korvelting, tað snýr seg um, og lærugreinirnar eru føroyskt og søga. Næmingarnir hava velt, saksað sáað og skorið akurin. Tíverri slapp seyður til akurin og oyðilegði nógv. Hefti meg við, at kornvelting hevur verið óslitið í Koltri líka til sekstiárini.
vitanarbýti 028vitanarbýti 029
Sera góður dagur, sum var tann glæsiligi endin á eini tilgongd, sum vit byrjaðu í fjør. Deiligt at síggja, at tey yngru tíma væl at undirvísa og finna upp á nýtt og fylgja við í menning av námsfrøði.