Vit høvdu ein serligan námsfrøðidag í dag. Ikki færri enn átjan framløgur vóru á 25. min. Tríggjar framløgur vóru á skránni í senn. Tað var væl fyriskipað. Eg hoyrdi um eitt samstarv millum føroyskt, søgu og tónleik um temað ‘tjóðskapartíðin’. Sera áhugavert, og altíð aktuelt. Tey høvdu flættað fakini væl saman, og høvdu sang og fólkafund á skránni, fólkafund við næmingarøðum. HUgsanin var at nýta gamla fólkafundarsiðin, men hava hann meiri nýmótans kortini. Tað vóru Randi, Herleif og Zacharias, sum høvdu stungið høvdini saman.
Og síðani sá og hoyrdi eg Mariannu, sum saman við Sigrun og Hanus Kapilin hevði sett eina tvørfakliga tilgongd saman. Sera flott PP framløga við ljóðleinkjum og tekstleinkjum og myndaleinkjum. Av tí at okkara skúli á hvørjum ári savnar pening inn til ein skúla í Bolivia, er tað rættiliga upplagt, at vit seta okkum nakað inn í viðurskiftini har.
Annika og Birgit høvdu funnið upp á spøl at spæla í flokkinum til tess at lætta um innlæringina, og vit sluppu at royna henda undirvísingarhátt á egnum kroppi.
Randi legði fram eina verkætlan, sum er í Hoyvík í samstarvi við fornminnissavnið. Tað er korvelting, tað snýr seg um, og lærugreinirnar eru føroyskt og søga. Næmingarnir hava velt, saksað sáað og skorið akurin. Tíverri slapp seyður til akurin og oyðilegði nógv. Hefti meg við, at kornvelting hevur verið óslitið í Koltri líka til sekstiárini.
Sera góður dagur, sum var tann glæsiligi endin á eini tilgongd, sum vit byrjaðu í fjør. Deiligt at síggja, at tey yngru tíma væl at undirvísa og finna upp á nýtt og fylgja við í menning av námsfrøði.
No comments:
Post a Comment