Nov 2, 2012

Dukka mín er blá

Í dag hoyrdi eg, ‘Lítla Elsa fekk frá mammu síni eina dukku’ í útvarpinum. Tað var í eini tónleikasending, og eg hoyrdi fyrst okkurt um eitt tónaskald og so ein danskan tittul um ein lítlan fugl, hefti meg einki við tað, men so kom ‘Lítla Elsa fekk…..’ tað er so løgið, at lagið ikki hoyrir til sangin, at lagið hevur eitt annað lív onkra aðra staðni enn við barnasengur í Føroyum. Sum tá ið vit gingu og válaðu tætt við Sagrada Familia kirkjuna í Barcelona og hoyrdu….dei dei Leið meg einaferð enn út á dekkið…tað var eisini ein serstøk uppliving, tú hevði hug at spyrja tónleikaran: oys hevur tú verið í Føroyum, ella dugir tú eisini Eg sjólívið valdi…

Men dukkan er blá, og hárið er gult, og í gjárkvøldið fekk hon gular buksur og reyðan vest. Hon fær nógv klemm frá Magnu.

021024027

No comments:

Post a Comment