Fór til gongu til arbeiðis í morgun, tað kendist eitt lítið sindur úr honum, og tað var kavi. Aarhus universitet er flott, spurdi meg fyri í einum lesisali, deilig arbeiðspláss til studentarnar, ljóst og útlán av uppgávum og spesialum. Ráðstevnan er í Studenternes hus. Havi hoyrt 8 fyrilestrar í dag, onkrir vóru góðir , aðrir minni góðir . Tað vil so vera.
‘
Myndin er av Justin Edwards, sum Vónbjørt hevur havt til lærara. Hann tosaði um ‘Travel writing. Serliga um eina Jane Moragh úr Wales, sum hevur skrivað um sínar ferðir í Kanada.
Best dámdi mær Stuart Ward, hann er australari, men arbeiðir í Keypmannahavn, hann er m.a. forstandari á regensen, og hann fortaldi mær, at á regensen hátíðarhalda tey 25. apríl, tí at merkið varð til har. Fyrilesturin hjá honum æt: 'Identity and other Afflictions: Australlia and Canada at Empire's End'. Hann hevði granskað terminologi viðvíkjandi landanna identiteti. Granskingin bygdi mest á bókarheiti, nær varð identity fyrstu ferð nýtt sum yvirskrift um eitt lands samleika. Tosaði eisini rættiliga skemtandi.
Í kvøld var so jólaborðhald við øllum góðum.
No comments:
Post a Comment