Vit vóru bara konufólk, tó eru eisini menn vitjunarvinir í Reyða krossi. Tað vóru heldur ikki bara havnarfólk, onkur úr Nólsoy og onkur av Skálafjørðinum. Á myndunum eru Eyrith Leyni, Kára og Kristianna, sum nokk er tann yngsta.
Nov 19, 2012
Jólaborðhald í Reyða krossi
Ja, gott at vera í góðari tíð, og Marin og Eyrith - samskiparar í Reyða krossi, eru hvørt ár í
góðari tí. Í kvøld hittust vitjunarvinir í Reyða krossi í Mettustovu til ein
góðan døgurða. Lambskjøt, epli í ovni, sós og eitt deiligt salat, omaná var
rísalamang við mandlugávu. Vit hava verið á Bryggjubakka hini árini, men
Mettustova er so nógv hugnaligari høli, tíverri var nakað kalt inni. Eyrith las
fyri okkum um húsins søgu, og vit fingu hvør sín bókling um vitjunartænastuna í
Danmark, sum er fyrimyndin til ta føroysku.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment