Jan 29, 2010

Alfabetrím-h1

h1

Hallur heldur Herberti
hjartað hýsir honum
hugin hølir honum
heilin hevur hann í huga.

Herbert hevur heilan heim

himmal

Jan 28, 2010

Alfabetrím-g

Ghaza grætur
gálvandi galvar
gapandi gluggar
Golgata gløðir -
gýðingar?

Alfabetrím-f

farvæl
farna framtíð
fortrongda fortíð
fíggjarlógarfrumsýnig
fata føroyingar

Alfabetrím-e

"Eg" elskaði erliga Ernestinu
endiliga erligur
Eystfalssker

Alfabetrím-d

deiligur dagur
dimmviðrað dekanog dýggjvátt
djúpt damla deksbátar

alfabetrím-b

Bara beran blóðmør?
bønandi barnaeygu
biðja babba baka bollar.
Bergljót

Jan 27, 2010

alfabetrím-á

á
Áh, áðrenn áramót
áraskrambul
átarhít á átveitslu
álvaratos, átak

áralag

Jan 26, 2010

Alfabetrím-a

Aftur angar akkuleya
andatrongdin
andvekursnáttin
alt afturbøtt

Jan 17, 2010

Gerandisdagur




Hans Marius kemur aftur frá fysioterapi, Hans Marius saman við Hjalmari, Hans Marius og Rakul.

Jan 14, 2010

Bókastev hjá Randi






Vit høvdu eitt sera gevandi kvøld, teksturin var Angel's Place hjá Hanusi Kamban og Fyri lív eftir deyða eftri Niclas Rasmussen. Sera áhugavert....

Deiligt at fara út aftur


Møtti Borghild í SMS, tá ið eg fór á apotekið.

Jan 4, 2010

Vælkomið nýar!





Vit komu til Føroya 28. desember og fóru til Dals 30. Nýggjársaftan var bál, blikk og buldur. Nýggjarsdag var kirkjugangur og føroyskur dansur, so tað var væl hildið nýggjár.