May 24, 2023

Gantesa og so Tummas Jákup Thomsen

GANTESA.

Umleið ein ferð um árið er okkara bindiklubbur í Saltangará hjá Sonju. Hesa ferð fóru vit á hotell Runavík, og har ótu vit ein frálíkan miðmála. Góður matur og góð tænasta. Síðani fóru vit at hyggja í handlar. Vit vitjaði Dianu, Sannu, Shari, Berglon, Blákross og Stíggjabúðina og heimavirkið.



Síðani var tað tíð til kaffi á Hálsagøtu.



LISTAFRAMSÝNING

Gul bygd inni í mær

At enda var tað so listaframsýningin hjá Tummas J. Thomsen. Ein sera stór framsýning, hølini vóru í "Hæddini". Sera góð ljós høli. TJT hevur broytt stíl, síðani eg keypti hesa myndina við pílahúsum og bergholi í 2010. Myndirnar eru mest strikur og geometriskir figurar, stuttlig perspektiv og speisemi.  








Á framsýningini eru so øgiliga nógvar myndir, kanska framsýningin hevði verið betri, um sáldað varð betur. Men vit fingu eina ótrúliga ferð gjøgnum teknað hugflog og floygdar tekningar.



Tóta Árnadóttir og hinir fjeppararnir hava gjørt eitt megnararbeiði at fáa hetta í lag. Og rós til Runavíkar kommunu, sum í størri og størri  mun ger seg galdandi sum miðdepil bæði so og so.


May 19, 2023

Útferð við Reyða krossi

Sum sjálvboðin hjá Reyða krossi verður tú boðin eina útferð um árið, í ár fóru vit til Suðuroyar. Vit fóru við Smyrli kl. 11, og leiðin gekk við bussi til Vágs. Har vitjaðu vit á Gørðunum í tí gamla handlinum, sum nú er innrættað sum savn. Alec Vilhelm beyð vælkomin, og Óli Holm greiddi frá virksemi í Vági upp gjøgnum tíðirnar. Hann var væl fyrireikaður við ljósmyndum.

Alec Vilhelm










Vit sóu eisini Reyða kross handilin og tað hugtakandi savnið við verkum hjá Ruth Smith .

Nú gekk leiðin suður í ígjøgnum, til Akrabyrgis. Har vitjaðu vit fornminnissavnið og fuglasavnið hjá sumbingum. Sera áhugavert. Mær rann í hug øll bygdarsøvnini á Eysturlandinum í Íslandi, nú eru fleiri góð bygdarsøvn í Føroyum.



úr eini ikki so fjarari fortíð

vitin á Akrabyrgi


May 2, 2023

Tvær telefonsamrøður

 Í Dali lurti eg nógv eftir útvarpinum, og flaggdagin endursendi barnaútvarpið eina sending um tjóðsangin, har ið ein samrøða var við meg.

Dagin eftir bleiv eg uppringd av tveimum eldri harrum. 

Fyrst ringdi Tryggvi Sondum. Hann spurdi, um hann órógvaði. Tað gjørdi hann ikki, so rósti hann mær fyri útvarpssamrøðuna. Síðani segði hann, at hann skuldi siga mær okkurt, sum eg kanska ikki visti. Tað bleiv til ein fyrilestur um føroyska søgu, um Fríðrik Petersen og Jóannes Patursson. M.a. fortaldi hann, at Jóannes Patursson hevði verið trúlovaður við dóttur sýslumannin Muller, men møtti Guðný í brúdleypinum hjá systur Guðný, og hon "lokkaði" hann, tað var undarligt at hoyra, at J. Patursson var so púra ósekur í hesum. Men Muller legði sak, og J.Pat. noyddist at bøta og misti ein part av garðinum. So segði eg, at Jóannes Patursson sá so gott út. Tá segði Tryggvi: Hann var alfagur. Hann var ikki stórur maður, men tað kom innanífrá.

Hin telefonsamrøðan var frá systkinabarninum Símuni Dalsgaard. Hann rósti mær eisini men so var eitt MEN...og tað var at eg hevði ikki nevnt konurnar við navni, Sannu av Skarði og Annu Sofíu Rasmussen, tí at teirra partur var minst líka so umráðandi...ja, eg gav honum rætt, men sendingin var um tjóðsangin fyrst og fremst...

Men deiligt, at práta við fólk í friðinum í Dali.