Apr 27, 2012
Flaggdagur og eitt persónligt met
Vit fóru nakað seint heimanífrá, tí júst henda dagin svav Magna líka til 14.45, á vit skundaðu okkum heimeftir. Tað var forbiðið kalt, og Herbert helt, tað var langt at ganga. Á Vaglinum var nógv fólk, og røðan var fín. Nógvar viðmerkingar hava verið á FB um røðuna. Summi halda, at ein flaggdagsrøða skal vera til øll og ikki vera politisk. Hvussu kann mann vera ópolitiskur, um mann skal tosa um flaggið? Jú mann kann tosa um hendingar undir krígnum ella rósa ÍSB, at tey kappast undir Merkinum, tá ið tey eru uttanlands. Onkur heldur, at røðan hevði hóskað betur á einum tjóðveldisflokstingi. Onkur var vónbrotin, tí at hon var ikki nóg skaldslig og háfloygd.
Tað var sum sagt rættiliga kalt, so tað var fínt, at flaggdagscafé var í Perluni aftaná. Har sóu vit Baltasar, hann sá so bilsin út. Nú kom Turið frá arbeiði, og klokkan nærkaðis úlvatímanum. Og nú kemur tað persónliga metið, nei tað var ikki í flaggdagsrenningini. Eg tók barnavognin og fór heim til gongu, og klokkan 16.45 stóð eg í kø hjá Poul Restorff, og kl. 17.30 var døgurðin á borðinum. Wokkað grønmeti, grønt salat og høsnarungi í karri (ikki keypt liðugt) og rís. Eg var sjálv nokso errin.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment