Apr 22, 2012

Bygdarveitsla við Gjógv

Tey duga bara hattar har!

013

014

Turið systir og eg løgdu av stað fríggjakvøld, nýtt køliskáp til Hoygarðin við í bilinum.  Leygarkvøldið fóru vit í veitslu, heimanífrá í góðari tíð. Í durunum stóðu tvær smílandi damur og bjóðaðu vælkomin. Katrin Gullbein fortaldi, at nógv var broytt, síðani hon kom til Gjáar við sjeikinum í ball. Tá sótu allir (gomlu) dreingirnir fyri seg, so hon sat slett ikki saman við Óla Jákupi. Og  dreingirnir flentu og søgdu, at nú hevði Óla Jákup fingið sær sjafør. Borðreitt var til 140 fólk, Gjáargarður stóð fyri matinum, forrættur var dampaðu tosku v/grønmeti, døgurðin var neytakjøt við reyðrótamiksi og eplum og sós, og omaná var jarðberjadessert. Alt var porsjónsanrættað. Afturvið var hvítt og reytt vín. Borðhaldið var stak gott og stuttligt.

020

025

 

Lokalt skemt var, og eg má siga at Kristjan Jákup og Símun og Olaf og Óla Jákup kláraðu ta uppgávuna til UG.

032

Lasse KLein hevði hugleiðingar um summarferiur við Gjógv sum barn, og sangir vóru í passaligum tali.

036

No comments:

Post a Comment