Apr 12, 2012

Summarfuglar og børn

framhald:

Nú bleiv konan enn meiri forvitin at vita, hvat maðurin mundi hava til arbeiðis. Kanska var hann professari í evnafrøði? Hon spurdi mannin, um hon kundi sleppa at síggja slottið, hon hevði ongantíð verið inni í einum slotti fyrr. Neeiii....eeh...segði maðurin, men tá hevði konan longu latið hurðina upp út í gongina, síðani fór hon eftir eini langari gong við nógvum hurðum. Tá ið hon var komin til tað rúmið, sum hon metti var á leið har, hon hevði sæð ljósið flákra, spurdi hon mannin hvat var inni har. Einki! segði hann, bara órudd! Maðurin var ikki vanur at hava gestir , so lykilin stóð í. Konan var so knøpp at snara lyklinum og lata hurðina upp. Nei, nei... segði maðurin, og hon hoyrdi at hann fór at lippa. Í hurðaropinum var eitt fínmeskað net, og inni í kamarinum flugu nógvir summarfuglar, konan helt, at har mundu vera eini 20 í tali. Wau! segði konan, samlar tú upp á livandi summarfuglar? Nú hoyrdi hon, at maðurin var farin at gráta aftanfyri hana. -Hatta eru míni børn, græt hann, eingin vitjar meg nakrantíð, hatta eru míni børn....Nú hugsaði konan, neyðars maður, hann er so einsamallur....men alt í einum sprakk maðurin inn í skrivstovuna og kom aftur við einum spreydunki, alt meðan hann græt um síni børn. - Hygg tak, ring bara efftir politinum...græt hann, sproyta nú! segði hann. Og konan sproytaði við dunkinum ígjøgnum summarfuglanetið. Og.....allir summarfuglarnir blivu til børn. Har vóru hennara tríggir dreingir eisini. Sum hon var fegin at hava fingið teir aftur.
Konan ringdi til løgregluna, sum fór at leita í sínum teldum, til øll foreldrini vóru funnin og høvdu fingið síni børn aftur. Maðurin bara græt, og hann bleiv koyrdur á sjúkrahús.

No comments:

Post a Comment